240 kr at koyra um Leirvíks-fjørð ella 4.800 kr fyri ein 40 túra kubba um Leirvíksfjørð

Um sama mundi sum Fastamband um Vestmannasund nú hevur verið í eitt ár, er fyrsta skotið latið av til fast sambandand um Leirvíksfjørð.
Fólk norðanfyri eru, eins og vit her Vesturi, vóru, í einari trancu í løtuni av offarakæti av, at nú er byrjað, og her vendst ikki aftur. 1. august 2006 so eru Klaksvíkingar og teirra fólk frí og kunnu kalla seg ein part av meginøkinum.
Men hvat so, hvat man tað fara at kosta at nýta henda tunnilin, jú tað er roynt, øll tølini finnast, nú skal eingin royndartíð vera, og ongar kanningar gerast, tølini eru jú til, so tað er bert at fáa faktornar settar upp, og ger so væl.
375 milliónir kemur hetta bygningsverk at kosta; 205 milliónir frá landinum.
Eftir eru 170 milliónir, sum tá ið avtornar blíva til 215, ein meirkostnaður upp á umleið 45 milliónir kann væntast, og skal hesin eisni gjaldast við bummgjald.
10 milliónir til rakstur um árið, og ein avdrátt upp á 15 milliónir tvs 25 milliónir skulu inn um árið, gjøgnum bummgjadið, og er hettar sama tal, ið tunnils-stjórin, Dávur Reinert Hansen, segði seg meta, í úttalisli við Útvarp Føroyar, í samband við at fyrsta skotið var latið av í Leirvík hendan dagin..
Vágatunnilin skuldi hava um 17-18 milliónir til rakstur og avdráttir um árið, gjøgnum bummgjaldið fyri at svara hvørjum sítt. Hettar talið er síðani blivið til 25 milliónir.
So ein vøkstur uppá 7-8 milliónir, mugu vit eisni rokna við, so umleið 32-33 milliónir skullu fíggjast við bummgjaldið.
Teir vænta um 720 bilar um Leirvíks fjør um árið, 262.800 bilar um árið
Men hvat kemur tað so at kosta.
33 millíónir skulu 262.800 bilar fíggja, og tað gevur eitt miðal-tal upp á 251,14 krónur/bil, hettar er júst sama tal, sum bleiv álagt Vágafólki at gjalda, eftir at MVG varð burturtikið, men eftir áheitan frá vágafólki og strandferðsluni og ørðum, ið hildu seg vita, at tað fóru at vera meira enn 350 bilar sum fóru at gera nýtslu av tunnlinum, bleiv gjaldið sett niður á 188 kr.
Tíanverri er einki MVG at trekkja frá hjá Norðoyartunnilinum, so her gerst einki.
Tó so, ein glotti er, her vesturi bleiv ferðslan um Vestmannasund, øllum kunnugt meira enn tað dupulta av tí, sum mett varð, og harvið kom ein reduktión av kostnaðium uppá 8 kr, sum var kærkomin 1. apríl í 2003, so vit kunnu jú rokna við at tað fara at koyra 1440 til 1500 bilar um Leirvíksfjørð, so her kann ein avsláttur uppá 12 kr, væntast, og so eru vit niðri á umleið 240 kr fyri eina passagu.
So, ikki tykkum at siga, tað loysir seg betur at búgva í Leirvík, um koyrast skal til Havnar til arbeiðis.
Soleiðis er tað.