Teatur Grugg í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Í løtuni sýnir “Teatur Grugg” leikin 24 Miseydnaðir Føroyingar í Sjóneikarhúsinum í Havn.
Hetta er sermerktur leikur, skrivaður av norska rithøvundanum Jesper Halle. Ístaðin fyri at fáa eina dramatiska søgugongd, fáa vit 24 ymiskar “smærri” søgur. 24 ymisk fólk trýna á pallin, og siga frá lívi sínum.
Eitt nú gamla gentan, sum ikki fekk hann hon elskaði - hann, sum tú gekk í flokki við í fólkaskúlanum, men sum tú ikki minnist annað um, enn at hann einaferð pissaði í vaskið – hon, sum er langtíðarsjúkrameldað, tí hon er ovbyrjað av sínum arbeiði í Heilsuverkinum – hon, sum hevur perfektar loysnir og vegleiðingar til allar sínar lívsstøður – hon, sum hevur alt, men ikki fekk sítt dreymastarv og fleiri onnur.
Felags fyri øll hesi er, at tey onkusvegna kenna seg miseydnað, vælferðasamfelagið hevur givið teimum ymiskar møguleikar, men lívið er komið í vegin fyri teirra dreymum og ynskjum. Søgurnar kenna vit øll aftur í okkum sjálvum og okkara næstum, søgur um teg og meg og okkum øll.
Leikurin fær láturin at runga eina løtu, og næstu løtu situr tú við klumpi í hálsinum og turkar eitt tár úr eygnakrókinum.
Tríggir leikarar framføra allar leiklutirnar á pallinum, umframt at vit síggja trý ungfólk framføra í trimum filmsbrotum.
Frumframførsla var leygarkvøldið 16. februar, og spælt hevur verið fyri nærum fullsettum Sjónleikarhúsi síðani.
Tað er íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen, ið hevur leikstjórnað.
Leikarar á palli eru Petur Meinhard Ellebye Andersen, Súsanna Tórgarð og Ria Tórgarð. Leikarar á filmi eru Rói Helmsdal Clothier, Ásla Olsen og Bjørk Búadóttir.
Gilli Brend í Hoyvík, hevur tikið upp og klipt filmsbrotini.
Komandi sýningar vera í kvøld klokkan 20. Týsdagin 26. februar klokkan 20 og hósdagin 28. februar klokkan 20.
Atgongumerki kunnu fáast á www.atgongumerki.fo