Dagstovnur
? Longu nú áðrenn dagstovnurin letur upp í næstu viku, hava vit upplivað nógv positivt hesum viðvíkjandi, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.
? Dagstovnurin hevur verið til hjálp hjá felagnum at fáa starvsfólk niðri frá, tí trupulleikin fyrr hevur verið, at fólk hava verið eitt sindur trek at koma til Føroya at arbeiða vegna bústaðartrupulleikar og vantandi ansingarpláss. Hetta hevur verið ógvuliga avgerðandi, at Føroya Tele hevur nakrar aktivitetir í gongd, og fleiri fólk eru komin at arbeiða hjá okkum av tí vit kunnu bjóða børnunum ansingarpláss.
Á stovninum verða umleið fimm pedagogar og tvey hjálparfólk. Stovnurin er jú nýggjur, hann er liðugur innan, men enn manglar ymiskt uttanfyri, og væntandi verður tað liðugt til várs.
? Í fyrsta umfari verða 23 børn á stovninum, men stovnurin er annars normeraður til 34 børn. Stórt grundstykki er rundan um, og ætlanin er at plássið uttanfyri skal verða nýtt til fulnar. Hesin dagstovnurin skal ikki standa aftanfyri aðrar dagstovnar, kanska heldur tvørturímóti.
Dagstovnurin er annars ein kommunalur dagstovnur. Føroya Tele hevur skipað fyri íløgum til húsini.
Móttøka verður í nýggja dagstovninum í dag, og verður tá navnið eisini navnið avdúkað.