200 ár við skitnum valdystum

Orrustan millum John McCain og Barrack Obama hevur verið rættiliga tom, um vit skulu meta saman við onnur forsetavalstíð í amerikonsku søguni

Seint í kvøld stendur greitt hvør gerst forseti nr. 44 í amerikonsku søguni, Barrack Obama ella John McCain. Obama og McCain hava verið rættiliga bersøgnir um hvønn annan, og hava eftir mangra tykki brúkt rættiliga stór orð, men sammett við fleiri onnur forsetavalstríð í amerikonsku søguni, so er valorrustan millum Obama og McCain avgjørt millum tær meiri virðiligu og fólkaligu, sum hava verið í meir enn tvær øldir.

 

1800: Stungin í ryggin

 

Í árinum 1800 kappaðust táverandi forsetin, John Adams og Thomas Jefferson um at gerast forseti í USA. Og satt siga, so hevði Thomas Jefferson ræðuliga niðrandi vendingar um mótstøðumannin, John Adams. Orðalagið var so grovt sum: “stórur hyklari”, “ein frástoytandi pedantur” og “John Adams er ein vemmiligur hermafroditur, sum hvørki hevur styrkina og støðufesti hjá einum manni, tíansheldur mildleikan og gløggsemi hjá einari kvinnu!” Adams svaraði aftur, at Jefferson sum hevði verið varaforseti hjá honum, hevði sum sakførari lumpað fleiri av sínum viðskiftafólkum, og undir amerikanska frælsisstríðnum hevði Jefferson verið ein ræðuskítur. Jefferson varð ein ateistur, sum vildi umskrivað Bíbliuna, og haraftrat fór hann í song við trælum sínum. “Jefferson er ein primitivur og óndur persónur. Hann er sonur ein hálvblóðs-indianara, og ein mulat!” skrivaði Adams í einum faldara. Men ein maður í leguna hjá John Adams stakk hann í ryggin. Alexander Hamilton hataði Adams, og gav ein bókling út, har tað stóð at lesa, at Adams var “sjúkliga øvundsjúkur” og “ræðuliga sjálvssøkin”. Bóklingurin kom víða kring USA, og endin var, at Thomas Jefferson vann ein stórsigur.

 

1828: Lygnari og tjóvur

 

Í 1828 varð sonur John Adams, táverandi forsetin, John Quincy Adams – kendur frá søguni um trælaskipið “Amistad” – partur av einum skitnum valstríði. Demokraturin, Andrew Jackson nevndi Adams ein antireligiøsan, bretsktsinnaðan og kongatrúgvan forseta, sum bara hevði korrupt fólk í sínum starvsliði. Repuplikanarnir og John Quincy Adams løddu skjótt sínar skitnu kanónir. Teir góvu eina heila bók út, um hvussu ótrúgvur Andrew Jackson hevði verið tey 37 árini hann hevði verið giftur. Bókin nevndi eitt ótal av frillum, sum teir søgdu Jackson hevði havt. Haraftrat nevndu repuplikanarnir Jackson ein slagsbróðir, ein fordruknan hasardspælara, ein lygnara og trælahandlara. Kona Jackson, Rachel hevði verið gift áður. Mótstøðumennirnir kallaðu hana eina skitna skøkju. Andrew Jackson vann tað skitnu orrustuna, tá saman um kom. Men kona hansara var hjartaknúst av øllum leysasøgunum, repuplikkanarnir høvdu sett í gongd, og stutt aftaná valorrustuna doyði Rachel Jackson av sorg.

 

1860: Báðir skírdir at verða misháttir

 

Valdysturin í 1860 gjørdist tann seinasti, áðrenn amerikanska borgarakríggið brast á í 1861. Trælahaldið var høvuðsevnið í valdystinum ímillum repuplikanaran, Abraham Lincoln – sum var ímóti trælahaldinum - og demokratin, Stephen Douglas – sum var fyri trælahaldinum. Valdysturin kom ikki so nógv at snúgva seg um sjónarmiðini hjá valevnunum, men meiri um útsjóndina hjá teimum. Douglas var bara 151 cm høgur, og vóru nógvar skemtisøgur smíðaðar um hansara vesaligu stødd, hansara ómansligu útsjónd og høgu rødd. Repuplikansku bløðini skrivaðu niðrandi: “Stephen Douglas er fimm føtur og einki, og hann er líka breiður, sum hann er høgur!”

Demokratisku suðurstatsbløðini fóru líka illa við Abraham Lincoln, sum var heili 192 cm høgur. “Hann er eitt ræðuliga mishátt vesalavætti. Hann er døkkur, og minnir um ein brotsmann. Hann er ein blandingur av einum handilsmanni, hestatjóvi og einum lokumstømara! Í suðurstatinum blivu plakatir settar uppá allar veggir, har ein kundi síggja Lincoln verða bornan inn á eitt sinnissjúkrahús av sínum viðhaldsfólkum, trælum og anti-trælahaldsfólkum. Tá saman um kom vann Lincoln, við tí úrslitið, at suðurstatirnir vildu loysa seg frá sambandsríkinum. Á vári í 1861 brast kríggj á millum norður- og suðurstatirnar.

 

1876: Morð og tjóvarí

 

Í 1876 kundu amerikumenn hátíðarhalda 100-ára dagin, sum sjálvstøðug tjóð, men forsetavalstríðið hetta jubileumsárið varð lítið hátíðarligt. Demokratiska valevnið, Samuel Tilden fekk rithøvundar at snikka søgur saman um repuplikanska valevnið, Rutherford Hayes. Í søgunum varð Hayes ákærdur fyri at hava skotið mammu sína í fyllskapi. Hann hevði framt undandrátt, og hann hevði stjolið 400 dollarar frá einum deyðadømdum hermanni undir amerikanska borgarakrígnum.

Legan hjá Hayes svaraði aftur, har teir ákærdu tann ógifta Tilden at hava verið saman við einum ótali av giftum kvinnum, og fyri at verða smittaður av tyfilis, tí hann hevði verið saman við einari írskari skøkju. Tilden og demokratarnir vóru eisini sagdir at verða orsøk til amerikanska borgarakríggið. “Øll tykkara arr og tykkara sár eru demokratarnir orsøkin til!” skrivaði eitt repuplikanskt blað. Sjálvt valið varð merkt av valsviki og ruðuleika. Endin varð, at Hægsti Rættur mátti fella dóm um valúrslitið. Við einari atkvøðu í meiriluta staðfestu hægsturættardómarnir, at Rutherford Hayes hevði vunnið forsetavalið.

 

1920: Kvinnur, tubakk og rúsdrekka

 

Repuplikanska forsetavalevnið í 1920, Warren Harding tykist at verða eitt lætt offur hjá demokratunum. Hann hevði tvær frillur, eitt barn uttanfyri hjúnarlagið, hann drakk, roykti og spældi poker. Av tí sama vistu Harding og fólkini í hansara legu, at tey skuldu ikki leypa á moralin hjá demokratiska mótstøðumanninum, James Cox. Tann joviali og sjarmerandi Harding førdi eitt nýmótans valstríð við slagorðum, sum “Aftur til tað vanliga” og “USA fyrst!”. Hetta fór beint inn hjá amerikanska almenninginum, sum tá í tíðini ikki høvdu hug at blanda seg uppí trupuleikarnar kring Heimin. Harding varð eisini væl við fleiri filmsstjørnur í Hollywood, og tað gjørdi hann bara enn betur umtóktan millum veljarnar.

James Cox, og mennirnir í hansara legu royndu at skaða Harding við at nevna hann ein býttling, eina marionetdukku, og ein drykkiglaðan 2. flokspolitikkara, sum hevði skrumpulivur. Ein suðurstats-professari fór so langt, at hann tvíhelt, at Harding hevði nekarablóð í æðrunum. Ein amerikanskur journalistur konfronteraði Harding við hesum. Harding svaraði bara heilt einfalt – Hvussu kann eg vita tað? Tað er væl møguligt, at ein av mínum forfedrum hevur hoppað upp um garðin. Sjarman og hittinorðini gjørdu, at Warren Harding vann forsetavalið í 1920.

 

1928: Kálstinkandi írar

 

Ì 1928 vóru øll tekin í sól og mána, at USA fór at fáa sín fyrsta katólska forseta. Valevnið hjá demokratinum, Al Smith varð bæði sjarmerandi, fólksligur, og áðrenn valstríðið fór í gongd, væl dámdur millum manna. Mótstøðumaðurin, repuplikkanarin, Herbert Hoover varð hinvegin bæði keðiligur og turrisligur. Al Smith hevði so ruddiliga vunnið á Herbert Hoover, um tað ikki hevði verið fyri tveir lutir. Al Smith varð katolikkur, og hann varð av írskari ætt. Repuplikkanarnir koyrdu eitt skitið valstríð, sum boðaði frá, at Al Smith hevði svorið yvirfyri pávanum í Róm, at hann vildi gera alt USA katólskt. Repuplikkanarnir fingu protestantiskar prestar við sær, sum lupu ræðslu á miljónir av protestantum, við at fortelja teimum, at Smith fór at seta øll protestantisk hjúnabond úr gildi. Øll protestantisk børn fóru at verða óektaði børn, og tað fór at verða bannað at lesa Bíbliuna, um Smith gjørdist forseti. Tá Smith fór vestureftir at føra valstríð, varð hann møttur av brennandi krossum, og í einum føri var nær við, at tokvognurin hjá honum varð sprongdur í luftina. Konan, Kate Smith var eisini spottað niður og norður. Repuplikanarnir skrivaðu, at Kate Smith fór at ganga full og vála í Hvítu Húsunum. Washington fór at stinka av káli, og Kate Smith fór at gera USA fyri skommum yvirfyri útlendsku sendimonnunum. Meirilutin av veljarunum valdu at trúgva repuplikanarunum, og ikki fyrr enn í 1961 gjørdist ein katolikkur forseti í USA.

 

1972: Innbrot og følsk lesarabrøv

 

Í 1972 vildi táverandi repuplikkanski forsetin, Richard Nixon gera alt fyri at varðveita valdið. Hann fór so langt, at hansara fólk sendu fleiri lesarabrøv til tey amerikonsku bløðini við fiktivum nøvnum, sum stuðlaðu krígnum í Vietnam. Nixon fekk eisini tveir fyrrverandi CIA-agentar at bróta inn í høvuðsskrivstovuna hjá demokratunum í Watergate, fyri at seta lurtiútgerð upp í skrivstovunum. Samstundis førdi Nixon eitt grovt valstríð ímóti demokratinum, George McGovern. Nixon ákærdi McCovern fyri at verða ein radikalan aktivist, sum vildi forera allan Heimin til kommunistarnar. Haraftrat tvíhelt Nixon, at McGovern gekk inn fyri fríari fosturtøku, og at fólk skuldu hava fría og ótálmaða atgongd til rúsevni, so sum LSD. George McGovern kom ongantíð fyri seg i valstríðnum, og tapti stórt til Nixon. Tvey ár seinni kundi McGovern tó síggja Nixon verða riknan frá valdinum, tá Washington Post hevði avdúkað alla ta ólógligu óhumskina hjá Richard Nixon.

Valstríðið millum Barrack Obama og John McCain er lítið skitið samanborið við tey valstríð vit hava nevnt omanfyri.