Í tíðindaskrivi frá Bileftirlitinum sæst at sølan av nýggjum persónbilum er minkað við meira enn 20 prosentum í mun til í fjør.
Sama tíðarskeið í fjør vórðu seldir 1271 persónbilar í mun til 1007 í ár.
Sølan av vøruvognum er minkað við 21,5 prosentum.
Ein framskriving av hagtølunum fyri desember mánað vísir, at væntandi verða umleið 1.550 nýggj akfør skrásett í 2004, samanborið við 1.910 í 2003. Hetta er ein mett afturgongd upp á 360 akfør, svarandi til umleið 19%.
Í november vóru 13 nýggj prutl skrásett og higartil í ár eru 207 nýggj prutl skrásett.










