Í mars mánaði varð grivið út, og sjey mánaðir seinni stendur bygningurin klárur at taka í nýtslu, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Pláss er fyri 20 børnum afturat, umframt at ein kjallarahædd er gjørd til goymslurúm og annað.
Fjallafípan hevur í hesi tilgongdini lagt stóran dent á, at børnini skulu trívast á nýggja stovninum. Tí hava tey verið og vitjað stovnin fleiri ferðir, umframt at børnini sjálvi hava verið við til at velja nøvnini á stovunum.
Valið fall á Bringureyða og Fjallamurruna, sum eisini eru fuglar, ið viðhvørt eru at síggja Úti í Grøv. Hinar stovunar í Fjallafípuni bera frammanundan nøvn á smáfugli, nevnliga Steinstólpan, Mýrisnípan, Reyðstapin og Músabróðir.
##med2##
Nógv var gjørt burturúr, tá ið børnini, sum høvdu sín fyrsta dag í útibarnagarðinum í gjár, møttu upp. Klovnurin Bubu vitjaði, røður vórðu hildnar, Teresa Ziska Dahl sang nakrar sangir, og børnini fingu ymiskt gott at eta.
Útbyggingin av Fjallafípuni er liður í at víðka útibarnagarðin, soleiðis at øll børn í Klaksvíkar kommunu framyvir fáa møguleikan at ganga eitt ár í útibarnagarði og harvið fáa knýtt sambond við allar javnaldrar í býnum, áðrenn tey fara í 1. flokk.
Til mótøkuna seinnapartin segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, millum annað, at hann er sannførdur um, at hendan umskipan leggur lunnar undir, at øll seks ára gomul í býnum fáa møguleika at knýta vinabond tvørtur um býarmørk.
##med3##
Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung, gleðist eisini um, at Fjallafípan nú er liðug útbygd, og at børnini í dag kundu byrja sín gerandisdag í frálíka umhvørvinum Úti í Grøv.
– Eg eri errin av arbeiðinum, sum avgjørt er í tráð við tað, sum kommunan ynskir, at skapa góðar karmar og umstøður fyri okkara børn, og at dagstovnaøkið verður raðfest høgt, sigur Beinta Klakkstein. Hon leggur afturat, at hon ikki er í iva um, at her fara børn og vaksin at trívast.
Við útbyggingini hevur Fjallafípuni pláss fyri 82 børnum í aldrinum 5 til 7 ár.