20 krónur bíligari at ferðast um flogvøllin

Vága Floghavn lækkar ferðafólkagjaldið 1. mai við 20 krónum úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri ferðafólkið

Vága Floghavn lækkar ferðafólkagjaldið 1.mai við 20 krónum úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri ferðafólkið.

 

– Vága Floghavn vil hava tað so bíligt, sum gjørligt, at ferðast um vøllin, sigur felagið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

P/F Vága Floghavn sigur, at felagið hevur heitt á Johan Dahl, landsstyrismann, at lækka ferðafólkagjaldið soleiðis, at tað verður bíligari at ferðast um flogvøllin. Og hesum hevur landsstýrismaðurin játtað.

 

Ferðafólkagjaldið fer úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri ferðafólkið frá 1. mai 2015. Til sammetingar kann nevnast, at ferðafólkagjaldi á flogvøllinum í Kastrup er 175 krónur fyri hvønn ferðandi.

 

Umframt lægri ferðafólkagjald, fer Vága Floghavn í ár eisini at bøta um parkeringsviðurskiftini og at byggja parkeringsøki út fyri 10 milliónir krónur.