Tilsamans ferðast 17.739 fólk um flogvøllin í Vágum í september mánaði. Hetta eru 19,3% fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Talan er um framgongd á øllum leiðum, Ísland tó undantikið. Størstur hevur vøksturin verið í Danmarkar-flúgvingini, har ferðafólkatalið øktist við 17,4%. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava 164.681 fólk ferðast um flogvøllin. Hetta eru 13,3 fleiri enn í fjør, tá samlaða talið var 145.397. Talið av flogførum, sum eru komin og farin um føroyska flogvøllin er higartil í ár 5.155.