Ein álvarsom tokvanlukka í Taiwan hevur í dag kravt í minsta lagi 18 mannalív. Fleiri tokvognar koppaðu, meðan tokið koyrdi, og aftrat teimum deyðu hava 178 fólk fingið skaða, upplýsir CNN.
Vanlukkan hendi seinnapartin í dag í Yilan County á einari vælumtóktari rutu hjá ferðafólkum millum býirnar Shulin og Taitung.
Har vóru 366 fólk við í tokinum hjá felagnum The Puyuma Express. Tokið koyrdi av skinnarunum, og fólk vórðu kroyst undir vognunum, sum koppaðu 90 stig.
Mann kennir enn ikki orsøkina til óhappið, men hetta verður nærri kannað í løtuni. Ferðafólk, sum yvirlivdu, hava fortalt, at beint áðrenn tokið fór av kósini, vóru ógvusligar ristingar og streymslit, skrivar Washington Post í kvøld.
Forsætisráharrin í Taiwan, Tsai Ing-wen, hevur á Twitter umtalað vanlukkuna sum eina stóra tragediu, og at tankar hennara eru við ofrunum og teimum avvarðandi.











