11 ferðafólk og seks av manningini á ferðamannaskipinum Costa Concordia eru ikki komin afturíaftur. Millum ferðafólkini er ein fimm ára gomul genta.
Kavarar funnu í morgun líkið av einum manni, og myndugleikarnir siga, at seks fólk eru funnin deyð, og at meiri enn 60 hava fingið skaða.
Reiðaríið hjá skipinum ásannaði í gjárkvøldið, at mistøk hjá skiparanum gjørdu, at Costa Concordia sigldi á ein boða einar 300 metrar úr oynni Giglio fríggjakvøldið. Ákæruvaldið hevur skuldsett skiparan fyri óviljað manndráp og fyri at vera farnan av skipinum, áðrenn øll ferðafólkini vóru fingin av tí. Hetta seinna kann geva skiparanum upp í 12 ára fongsul.