157 óbrúkt ansingarpláss

Í Tórshavnar kommunu eru ikki færri enn 157 tøk ansingarpláss. Hyggja vit bara at Argjum, Havnini og Hoyvík, so eru 106 ansingarpláss óbrúkt

Fleiri stovnar í Tórshavnar kommunu standa og gapa meiri ella minni hálvtómir. Ikki færri enn 157 ansingarpláss vóru tøk per 1. august í ár – og tað er nógv! Hetta tal er fyri alla kommununa og fevnir um alla ansing, sum kommunan bjóðar út, tað vil siga vøggustovu, barnagarð og dagrøkt.
Tilsamans hevur Tórshavnar kommuna 1690 ansingarpláss og tað merkir sostatt, at útvið tíggjunda hvørt ansingarpláss í kommununi er óbrúkt.

Serliga nógv barnagarðspláss
Aðrastaðni á hesum síðum vísir trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommu á, at tað er um júst hesa tíð, at tørvurin á ansingarplássum vísir seg at vera minst. Út á árið plagar tørvurin á serliga vøggustovuplássum at vaksa, men øðrvísi er við barnagarðsplássunum.
Í Tórshavnar kommunu eru 39 vøggustovupláss tøk – harav 24 teirra eru í Havnini, á Argjum og í Hoyvík.
Fyri barnagarðarnar er talið munandi hægri. 97 pláss eru tøk í allari kommununi, har av 67 í Havn, á Argjum og í Hoyvík.
Í kommununi sum heild eru 21 dagrøktarpláss, 15 í Havn og seks í Kollafirði.

rolant@sosialurin.fo

Tøk ansingarpláss

Tórshavnar kommuna sum heild
39 vøggustovupláss
97 barnagarðspláss
21 dagrøktarpláss
157 tilsamans

Havn, Hoyvík og Argir
24 vøggustovupláss
67 barnagarðspláss
15 dagrøktarpláss
106 tilsamans