154 færri persónbilar seldir

Sølan av nýggjum bilum minkar framvegis. Serliga er sølan av persónbilum og vøruvognum nógv minkað, meðan sølan av nýggjum hýruvognum er vaksin. Nú verða eisini nakrir kampingvognar seldir

Í nýggjasta tíðindaskrivinum, sum Bileftirlitinum hevur sent út, sæst, at sølan av nýggjum persónbilum er minkað við næstan 22 prosentum í mun til í fjør.
Sama tíðarskeið í fjør vórðu seldir 704 persónbilar í mun til 550 í ár.
Sølan av vøruvognum er minkað við meira enn 30 prosentum.

Vert er at leggja til merkis, at nú verða nakrir kampingvognar seldir. Áðrenn høgu avgjøldini vóru tikin av, vórðu als eingir kampingvognar seldir