3. apríl
Todi Jónsson sigur nú, at hann umhugsar framtíðina á føroyska landsliðnum. Tað er óttin fyri skaðum, nú endaspurturin um DM-heitið fer í gongd, sum er stórsta orsøkin.
FCK vinnur hetta vikuskifitð á Brøndby, og nærkast alsamt oddinum, meðan Herfølge endiliga fær stig, tá teir fáa málleysan javnleik ímóti AB.
Manager?in í Hvidovre, Jan Sørensen, heldur, at Óli Johannesen telist millum mest undirmettu leikararnar í Danmark.
Petur Niclansen og Maria Petersen eru føroyameistarar í borðtennis.
Kyndilsmenn missa silvurmøguleikan, tá teir á heimavølli tapa tepurt fyri VÍF.
4. apríl
Uni Arge er á veg heim aftur til føroyskan fótbólt. Fíggjarstøðan hjá íslendska ÍA er ikki nóg góð til at álopsmaðurin kann fáa nøktandi sáttmálaviðurskifti.
Rógvi Johansen hevur gjørt av, at hann framvegis skal súkkla fyri Cycling Aarhus, hóast onnur feløg hava sýnt áhuga fyri vágbinginum.
Lassin Isaksen skal døma A-landsdystin í fótbólti millum Liktenstein og Ísrael.
5. apríl
ÍSB hevur fyri fyrstu ferð skipað fyri borðtenniskapping, og eru tá Jógvan Jákup Høj, Unn Mortensen og Jónsvein Petersen, sum vinna í ymsu bólkunum.
Bridge kappingin er nú av, og sum væntað gjørdist liðið hjá Allan Dal-Christiansen føroyameistari.
6. apríl
FM-kappingin fyri einstaklingar í talvi verður í Vestmanna um vikuskiftið, og hóast verandi meistarin, Flóvin Tór Næs, ikki er við, tykist kappingin at verða hin sterkasta nakrantíð.
Í Vestmanna gera tey klárt til gullveitslu, nú hondbóltskappingin fer at enda, og bæði kvinnur og menn skulu krúnast sum meistarar.
10. apríl
Iavmál hevur tikið seg upp um, hvørt Tjaldur ella Sóljan skulu flyta niður. Liðini eru jøvn í stigum, men tá Tjaldur ikki møtti til ein dyst í grundspælinum, eiga tær niður, hóast tær hava betri málmun, men í Runavík siga tey, at tey ongan tíð fingu boð um, at tey fóru at tapa viðkomandi dystin á pappírinum.
VÍF fær endiliga gullmerkini, nú hondbóltskappingin er endað, og so skjótt sum dystirnir sunnudagin eru av, verða borð við mati til bæði leikarar og viðhaldsfólk sett fram.
Í Danmark gongst væl hjá FCK, og at hini bæði oddaliðini, Silkeborg og Brøndby, spæla javnt, ger sjávlandi ikki støðuna verri. Í botninum er Herfølge farið at bíta frá sær.
Atli Gregersen spælir fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Randers Freja. Hetta er í næstbestu donsku deildini.
Ingi Højsted verður helst fyrsti føroyingurin í enskum fótbólti. Eftir øllum at døma vil stórfelagið, Arsenal, gera sáttmála við unga B36-leikaran.
11. apríl
So er sáttmálin hjá Inga Højsted veruleiki. Á tíðindafundi almannakunngerð B36, at felagið hevur latið Arsenal spæliloyvið hjá Inga.
B68 hevur gjørt avtalu um, at Mortan Hansen er komin til felagið úr barndómsfelagnum, NSÍ. Eisini KÍ fær nýggjan áleypara. Talan er um fyrrverandi jugoslaviska landsliðsleikaran, Alexander Djordjevic.
12. apríl
Í Vágunum eru tey í øðini um, at Tjaldur ikki vil flyta niður. Tey siga reglurnar vera púrasta greiðar, og at HSF ikki kann taka aðra støðu, enn at flyta Tjaldur niður.
Fótbóltskvinnurnar úr Klaksvík boðað frá, at tær ætla at vera við, nú UEFA eisini fer at skipa fyri Europa-Cup kapping í kvinnufótbólti.
Flogbóltsgalla er í Havn, har millum annað ársins leikarar verða funnir. Marina Popovic úr Drátti og Boban Ilic úr ÍF verða kosin sum tey bestu hetta kappingarárið.
18. apríl
HSF riggar til aðalfundin, og líkt er til, at fleiri spennandi mál eru á skránni. Millum annað tal av liðum í bestu deildunum, tal av útlendingum og greiðar reglur fyri, hvussu leikarar kunnu skifta millum feløg.
John Rødgaard gerst føroyameistari í talvi fyri einstaklingar. Eyðun Nolsøe verður næstbestur.
Hondbólturin hevur sítt gallakvøld í Vestmanna. Hjá kvinnum verðru Sóley Mikkelsen ársins leikari, meðan Ingi Olsen verður kosin hjá monnum. Bæði spæla tey við VÍF.
FCK er nú bert eitt stig frá oddasessinum í donsku superliguni. Herfølge fór ósigrað gjøgnum páskirnar, men onnur úrslit gjørdu, at teir kortini dragnaðu í botnstríðnum.
Max Rasmussen gerst føroyameistari í billard. Eisini fyri pør er Max føæroyameistari. Her saman við Eyðun Svalbard.
19. apríl
U-20 landsliðið í kvinnuhondbólti tapir allar dysitrnar, men úrslitini vóru kortini góð í EM-undankappingini, sum varð hildin í Týsklandi.
Grand-Prix kappingin í badminton er av, og gjørdust tað Guri Poulsen og Erland Poulsen úr HBF, sum vunnu kappingina fyri einstaklingar.
21. apríl
Drigið er um fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Dystirnir eru, HB-VB, B68-B36, KÍ-ÍF og NSÍ-GÍ.
Todi Jónsson er nú um at koma fyri seg aftur, eftir skaðan hann fekk, tá Føroyar spældu móti Luksemburg.
Flogbóltssambandið hevur aðalfund, og millum uppskotini er ein umskipan av kappingini hjá yngru deildunum.
24. apríl
Deildirnar verða ikki víðkaðar og tríggir útlendskir leikarar verða framvegis markið. Hetta eru millum annað niðurstøðurnar hja aðalfundinum hjá HSF.
B36, NSÍ, KÍ og HB eru liðini í hálvfinaluni í steypakappingini. Ikki minst er HB sannførandi, tá teir vinda burtur úr føroyameistarunum úr VB.
Thriathlon verður fyri fyrstu ferð á skránni til Oyggjaleikirnar, og í Føroyum verður nú skipað fyri úttøkukapping.
25. apríl
Jakup Mikkelsen og Todi Jónsson eru báðir á einum fiktivum liði, sum Michael Laudrup hevur tikið út fyri Ekstra-Bladet. Leikararnir á liðnum eru allir útlendskir leikarar í donskum fótbólti.
26. apríl
Alexander Djordjevic er nú komin til Klaksvíkar, har hann ætlandi skal styrkja um álopspartin, sum enn ikki er komin fyri seg eftir at Kurt Mørkøre varð seldur til Noregs.
Júst Kurt Mørkøre tykist nú verða skumpaðu enn longur út á beinkin í Sogndal. Felagið sigst hava áhuga í at keypa Håvard Flo.
27. apríl
Kvinnurnar fara undir fótbóltskappinga, og meistararnir úr KÍ fáa eina flúgvandi byrjan, tá tær vinna stórsigur á B36.
Róland Waag Dam vinnur silvur í altjóða judokapping.
Dart-árið endar við FM-kapping, og fyri einstaklingar gerst Alvin Egholm.
28. april
So verður farið undir fótbóltslandskappingina. Fyrsta umfarið er á skránni um vikuskiftið.