15 listafólk knýtt at Vága Listastovu

Á listastovuni er kvøldskúlaundirvísing, umframt at fólk møtast dagliga til at mála.

Skeið í málningalist hevur verið á Vága Listastovu. Tað var Birgit Kirke sum undirvísti. 

 

- Vit vóru og vitjaðu á listastovuni, og her var sera positivt at koma innar. Har vóru luttakarar úr oynni, og eisini høvdu luttakarar aðrastaðni frá leitað sær vestur. 

 

Taå sigur Vága kommuna á síni heimasíðu.

 

Lagt verður aftrat, at umleið 15 listafólk eru knýtt at listastovuni.

 

- Har er  kvøldskúlaundirvísing, umframt at fólk møtast dagliga til at mála. Umstøðurnar á Listastovuni eru góðar, har er rúmligt og ljóst.  

Listastovan heldur til, har spælistovan hjá dagrøktarskipanini í Miðvági helt til.