130 milliónir at arbeiða við

SAMANLEGGING Hevði øll Suðuroyggin lagt saman í eina kommunu, hevði tað av álvara borið til at bygt og raðfest, heldur borgarstjórin á Tvøroyri

- Hevði øll Suðuroy lagt saman í eina kommunu, høvdu vit havt ein pengakassa upp á einar 130 milliónir at arbeitt við.
Tað staðfestir Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
Á fundinum í Skúladeplinum í Suðuroy um ymisk viðurskifti í Suðuroy, fegnast hann um, at fleiri valevni eru sinnað at leggja saman.
Sjálvur heldur hann, at samanlegging er einasta loysn, tí tað hevur ikki gingið serliga væl at samstarva.
- Kommunurnar í Suðuroy hava havt samstarv á ymsum økjum, men tey eru slitnað. Tí er samanlegging einasta gongda leiðin, so at Suðuroy kann tala við eina rødd við myndugleikarnar í Havn.
- At Skúladepilin í Suðuroy er lagdur í Hovi, er eitt talandi dømi um, at suðuroyingar tala við sjey tungum, staðfesti hann.
Hann sigur, at hevði Suðuroy verið ein kommuna, hevði hon havt eina inntøku upp á einar 120-130 milliónur í skatti frá fólki, umframt partafelagsskattin.
- Sostatt høvdu vit havt ein stóran pengakassa upp á 120-130 millionir at arbeitt við og tískil hevði tað borið til at raðfest íløgurnar og lyft allar bygdirnar upp á eitt hægri støði.
- Annars slepst ikki uttan um, at vit søkka enn longur niður, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at Suðuroy er sera væl fyri við bygningum og øðrum hentleikum.
- Tað eru skúlar, bygdarhús, samkomuhús, felagshús í hvørjari bygd, sum kunnu samansjóðast og tískil er óneyðugt við fleiri útreiðslum í bræði til at byggja nakað nýtt, heldur Kristin Michelsen.

Samráðingarnar slitnaðu
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági vísir hinvegin á, at tvær fólkaatkvøður í Vági staðfesta, at vágbingar taka ikki undir við samanlegging.
- Tí mugu vit stinga fingurin í jørðina og hugsa um, hvussu vit so koma víðari.
- Fólkið sigur nei til samanlegging og vilja vit leggja saman, mugu vit fyrst gera eitt arbeiði fyri at faá tey at broyta meining, segði borgarstjórin.
Annars vísir hon á, at fyri nøkrum árum síðani var ein kommunubólkur við trimum umboðum fyri Vágs Býráð og trimum umboðum fyri Tvøroyrar Býráð.
Men tað samstarvið miseydnaðist.
Kirstin Strøm Bech vísti á, at í hesum bólkinum vóru eisini samráðingar um samanlegging.
- Men tær samráðingarnar slitnaðu, tí ósemja tók seg upp um, hvar kommunuskrivsastovan og umsitingin skuldi vera.
Kristin Michelsen staðfesti, at tað var longu á tí fyrsta samráðingarfundinum um samanlegging, at Vágs Býráð kravdi, at høvuðsumsitingin skuldi vera í Vági.
Tí datt alt niðurfyri í føðingini.
Marjun Olsen, sum er valevni til býráðið á Tvøroyri, staðfestir, at mannagongdin var púra skeiv.
Samráðingarnar byrjaðu við spurninginum um kommunuskrivstovuna, sum vit frammanundan visti, at ósemja var um.
- Tí komu vit ongantíð til at samráðast um tey mál, vit kundu funnið semju um.
- Høvdu vit funnið semju um øll hini málini fyrst, høvdu vit eisini at enda funnið semju um, hvar kommunuskrivstovan skal vera, sigur Marjun Olsen.
Kirstin Strøm Bech vísti á, at kravið um at fáa umsitingina til Vágs, varð sett fram fyri at fáa vágbingar at taka undir við samanlegging.
Í Vágs Býráði mettu tey, at verður umsitingin í Vági, hevði samanleggingin verið lættari at svølgt hjá vágbingum.
- Afturfyri kundu so tvær stórar deildir, nevniliga tekniska deild og Sosiala deild verið á Tvøroyri, sigur borgarstjórin í Vági.

Ongin vandi
Annars heldur Kristin Michelsen, at ongin orsøk er at óttast fyri smáu plássunum, verður øll oyggin løgd saman.
- Havnar Kommuna er gott dømi um, at tey smáu plássini detta ikki niðurímillum, tí bæði Kirkjubø, Velbastað, Nólsoy, Hestur og Kollafjørður eru rættiliga nógv útbygt siðani tey komu upp í Tórshavnar Kommunu.
- Hvar høvdu tey verið, høvdu tey ikki lagt saman við Havnini, spurdi hann.
LES EISINI FLEIRI AÐRAR GREINAR UM SAMA EVNIÐ