Í sambandi við arbeiði við fíggjarlógini hevur fíggjarnevnd Løgtingsins spurt Fíggjarmálaráðið, hvussu status er við at útvega sosial hagtøl fyri Føroyar.
Fíggjarmálaráðið svarar, at Hagstovan hevur í vár latið Almanna- og mentamálaráðnum umbidna forkanning, sum millum annað lýsir tørvin á hagtølum um livikor, fátækadømi og tvørgangandi sosialviðurskifti í Føroyum.
– Hagtalsøkið á Hagstovuni er í dag avmarkað til hagtøl um inntøkubýti, herundir gini-talið og fátækraváða. Hesi mát lýsa inntøkubýti í samfelagnum, men ikki livikorini.
Fyri at fáa munabetri hagtøl er neyðugt, at hagtalsøkið verður styrkt. Spurnakanningin EU-SILCm(European Union Statistics on Income and Living Conditions) er mett at vera tann týdningarmesta í hesum sambandi, skrivar ráðið.
– EU-SILC er altjóða sambærlig livikorskanning, sum hagstovur í øllum ES-londum umframt í Bretlandi, Noregi, Íslandi og Sveis gera árliga. Í kanningini verða húski og einstaklingar spurd um livikor, bústaðarviðurskifti, heilsu og lívsgóðsku. Í Íslandi verða ávikavist 2.250 húski og 3.750 einstaklingar spurd.
– Í forkanningini er mælt til, at ein hagfrøðingur og neyðug orka til KT-menning verða sett av at gera spurnakanningina og menna hagtalsøkið. Hesi koma at stuðla undir tí arbeiðsorku, sum longu er raðfest á økinum at menna og framleiða inntøkubýtishagtølini, upplýsir Fíggjarmálaráðið, sum leggur afturat, at fíggjartørvurin at menna og framleiða spurnakanningina og hagtalsøkið er gott 1,1 millión krónur árliga.