Í morgun fór streymurin í stórum pørtum av grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Í syðra parti av býnum var sólarris at kalla einasta ljós, sum sást í morgun, veit Sermitsiaq at siga.
Men, tað vóru ikki bara vanligu húsarhaldini, sum mistu streymin. Fastnetið hjá løgregluni í høvuðsstaðnum fór eisini, og løgreglan vísti til onnur alternativ telefonnummur.
Eitt skifti misti grønlendska kringvarpið - KNR - eisini sína útvarpssending, sum annars eru partur av grønlendsku tilbúgvingini.
El-veitarin, Nukissiorfiit, segði á sínum Facebook-vanga, at tey arbeiddu við at fáa streymin uppaftur at koyra, og ein partur av býnum fekk eisini streymin aftur.
Tusass, sum er grønlendska telefelagið, sløkti eisini fyri 4G og 5G sambondunum fyri at spara streym í samband við neyðugu tilbúgvinga, sum felagið er partur av.
Sermitsiaq veit at siga, at tað vóru 12 kuldasting í grønlendska høvuðsstaðnum í dag, og tí gjørdist tað skjótt kalt í húsum og íbúðum, eftir at streymurin var farin.
Tískil bjóðaði kommunan køldum borgarum inn í Godthåbhøllina, sum soleiðis hevur verið brúkt sum hitastova í kuldanum síðan seinnapartin klokkan 16.30.
Seinnapartin í dag visti Sermitsiaq at siga, at nú hevði streymloysi í stórum pørtum av Nuuk vart í meira enn seks tímar.
Í kvøld veit grønlendska kringvarpið at siga, at streymloysið í Nuuk hevur vart í allan dag, men at vónir eru um, at streymurin fer at koma aftur um nakrar tímar.
Streymveitarin Nukissiorfiit sigur á sínum Facebook-vanga, at nú er eydnast at fáa gongd í neyðgeneratorin á Nordhavnsverkinum, sum tey rópa tað.
Tískil vænta tey, at streymurin helst fer at koma aftur um nakrar tímar. Fyrr í dag varð eisini roynt at starta neyðgeneratorin, men kuldin gjørdi tað ómøguligt.
##med2##