Løgreglan leitar eftir jólamanni í Noregi

Løgreglan í Oslo leitar nú eftir upplýsingum um ein persón, sum í fleiri dagar hevur gingið runt og plágað fólk í einum grannalagi í Asker, ílatin sum jólamaður

 

- Í einum íbúðarøki hava íbúgvar seinastu tíðina verið plágaðir av einum fólki í nissuklæðum. Viðkomandi hevur ringt á hurðar og er síðan farin avstað aftur. Í onkrum føri hevur jólamaðurin pissað í urtagørðum hjá fólki.

 

Soleiðis skrivar norska løgreglan í kvøld, og aftur í kvøld hevur løgreglan fingið fráboðanir um jólamannin, sum verður hildin at vera hin sami, sum seinastu dagarnar hevur verið sæddur kring um í grannalagnum.

 

- Vit hava havt bilar í økinum, men hava ikki funnið jólamannin, sigur løgreglan, sum nú eisini hevur deilt myndir av jólamanninum, er undir illgruna, og hetta er jólamaðurin, sum er á viðheftu myndum her í greinini.

 

##med2##

 

Norska løgreglan sigur, at tey ynskja at koma í samband við jólamannin, soleiðis at tað, sum gongur fyri seg í grannalagnum í Asker í Noregi, kann halda uppat, vita norskir miðlar at siga í kvøld.