Fýra av tíggju børnum í Noregi fáa mandluna í greytinum jólaaftan, men fakfólk halda ikki, at hetta eigur at vera so.
Tey ávara ímóti, at børnini bevíst fáa mandluna, tí hetta verjir tey fyri tí mótburði, tey eiga at fáa í lívinum fyri at mennast.
Mótburður er ein partur av lívinum og menningini, og tí eiga vit ikki bevíst at skipa soleiðis fyri, at børnini fáa mandluna í jólagreytinum.
Sambært einari kanning, sum er gjørd í Noregi, fáa 42 posent av børnunum mandluna í greytinum jólaaftan.
Sálarfrøðingurin og rithøvundurin, Line Marie Warholm og familjuterapeuturin, Caroline Kristiansen Midtun, halda tað vera óheppið, at vit vaksnu altíð lata børnini vinna, tí hetta verjir tey ímóti neyðugari mótstøðu, sum tær taka til.
Tær báðar halda eisini, at tað eru fleiri familjur nú enn áður, sum bevíst skipa soleiðis fyri, at børnini fáa mandluna, tí jólini eru ein tíð, har børnini hava stórar væntanir.
- Tað einfalda svarið er nei, tá tær báðar, sálarfrøðingurin og familjuterapeuturin, verða spurdar, um tað er rætt við vilja at skipa soleiðis fyri, at børnini fáa mandluna jólaaftan.
Line Marie Warholm heldur, at tað er óheppið fyri uppdragingarmentanina, at børn altíð fáa sín vilja.
Hon heldur, at foreldur í dag eru ov nógv upptikin av, at børnini ikki skulu gera sær nakrar negativar ella óbehagiligar royndir í lívinum.
- Men, børnini eiga eisini at læra, at tað er púrasta vanligt at gerast keddur viðhvørt, tí soleiðis er lívið, sigur sálarfrøðingurin og rithøvundurin.
Á heimasíðuni hjá norska kringvarpinum - NRK - er forvitnislig grein um hesi viðurskifti.
Øll greinin kann lesast á hesi leinkju: https://www.nrk.no/vestland/mange-_riggar_-mandelen_-_-barn-bor-ikkje-alltid-vinna-1.17176545