Hvar heldur tú jól?
- Vit halda jólaaftan uppi í Hoyvík, heima hjá mær sjálvum. Hvussu verður jóladag og 2. jóladag, hava vit ikki avtalað enn.
Tað sigur Emil Nolsøe, ið siglur sum skipari í Grønlandi, men sum er heima á jólum.
Hvat eta tit á jólum?
- Jólaaftan eta vit dunnu, og síðan verður tað helst ræst kjøt onkran av døgunum.
Keypir tú jólagávur?
- Ja, eg keypi jólagávur, men fái helst damuna at hjálpa mær, tí hetta er ikki mín sterkasta síða.
##med2##
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Fyri meg hava jólini nógv at siga. Jólini eru væl kjølfest í okkara kristnu trúgv, og tað betýðir eisini nógv. Haraftrat er hugni og siðvenja knýtt at jólum. So ja - jólini hava nógv at siga.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg vildi ynskt, at heimurin bleiv eitt sindur friðaligari at liva í, sigur Emil Nolsøe.
Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár -
* https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum