Úr havsins svalandi ráka ynskir hann eini gleðilig jól

- Í morgun hoyrdu vit skyldkonuna úr Heimistovu tosa um dyppingarjól Niðri á Støð, og løtu seinni var okkara túrur komin at kenna havsins svalandi ráka, skrivar Tórbjørn Jacobsen

- Tað var ikki gamalt á Glyvrum at leypa á bláman jólaaftan, men mangt broytist á mansins ævi, tók ein gitin maður til fyri einum millennium síðan.

 

Soleiðis skrivar borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, á sínum Facebook-vanga fyri løtu síðan. Hann hevur einum lagt nakrar stuttligar myndir út á vangan.

 

Og borgarstjórin sigur víðari:

 

- Í morgun hoyrdu vit skyldkonuna úr Heimistovu, Duritu, í Útvarpinum tosa um dyppingarjól Niðri á Støð, og løtu seinni var okkara túrur komin at kenna havsins svalandi ráka, skrivar Tórbjørn Jacobsen.

 

Við hesum ynskir borgarstjórin í Runavíkar kommunu - á sínum Facebook-vanga - øllum landsmonnum sínum eini gleðilig jól.

 

##med2##