Ókent tal av fólkum hava latið lív í einum bussvanlukku við millum 60 og 70 fólkum umborð, sum lutvíst er undir vatni í Hadsel í Norðurnoregi.
Tað boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi nú klokkan 14, sambært norska miðlinum VG.
Fleiri ferðafólk eru flutt til ein skúla nærhendis, leggur fráboðanin afturat, uttan at nevna talið.
- Støðan er rættiliga óforútsigilig. Talan er um ein buss við 60 til 70 ferðafólkum umborð, sum lutvíst er undir vatni. Veðrið er sera ringt á staðnum, segði bjargingarleiðarin Ørjan Delebekk frá bjargingarmiðstøðini í Norðurnoregi við fjølmiðlarnar.
Umfangið av vanlukkuni er enn ógreitt, sigur Delebekk og leggur afturat, at neyðhjálpartænastur frá fleiri støðum í økinum eru á veg til vanlukkustaðið.
Millum annað eru bjargingartyrlur úr Bodø og Tromsø á veg, umframt løgregla, sjúkrabilar og sjálvboðin.
Til dømis eru eisini neyðhjálpartænastur á veg úr Lødingen og Våganum, har summi fólk mugu við ferju um Hadselfjord fyri at koma hagar.
Sjúkrahúsið í Nordland, Nordlandssykehuset, hevur kallað eyka starvsfólk inn sum avleiðing av vanlukkuni, upplýsir sjúkrahúsið.
Tey hava hækkað sonevndu vanlukkuávaringina, sum sambært samskiftisleiðaranum á sjúkrahúsinum merkir, at ”neyðugt tilfeingi er kallað inn at handfara støðuna”, skrivar norska Dagbladet.
Løgreglan í løgregludistriktinum í Nordland kallar ferðsluvanlukkuna "álvarsliga".
Løgreglan fekk boð um vanlukkuna umleið klokkan 14. Sambært NRK hendi vanlukkan á Lofast-sambandinum á E10.
/Ritzau/