Flogfar noyddist at neyðlenda í Noregi

Eitt ferðafólkaflogfar við 182 ferðafólkum umborð noyddist í kvøld at neyðlenda í Sandefjord Lufthavn í Noregi

 

Flogfarið var ávegis úr Gardemoen í Oslo til Schipol í Amsterdam, tá ávaringar vóru í flogfarinum um trupulleikar við hydraulikkinum, veit norska løgreglan at siga.  

 

Tá flogfarið neyðlendi við Torp flogvøllin í Sandefjord, endaði tað úti í grasinum. Ongar fráboðanir eru um persónsskaðar í samband við neyðlendingina.

 

Umsitingarstjórin við Sandefjord Lufthavn, Gisle Skansen, sum ikki sjálvur er til steðar á flogvøllinum, sigur við norskar miðlar, at tey fingu eini neyðboð um, at eitt flogfar úr Gardemoen skuldi neyðlenda í Torp.

 

- Eg veit ikki, hvussu sjálv neyðlendingin gekk fyri seg, men soleiðis, sum eg havi skilt, gleið flogfarið út av breytini og út í grasið.

 

Gisle Skansen sigur, at sambært teimum upplýsingum, hann hevur fingið, vóru 182 ferðafólk við flogfarinum, og hesi skulu flytast í bussum av flogbreytini.

 

Sum skilst á vaktleiðaranum hjá løgregluni í økinum, Erik Smidtsrød-Brennseter, vóru ongar ábendingar um opnan eld í flogfarinum.

 

- Bjargingarfólk, løgregla og heilsustarvsfólk eru á staðnum og hjálpa ferðafólki úr flogfarinum, og líkt er ikki til, at ferðafólk hava fingið likamligar løstir, sigur vaktleiðarin.