1000 grønlendarar sóu Kristinu doyggja

Báðar sýningarnar hetta vikukskiftið av Polaroid, Whats Really Going On Around The Northpole, hava verið fullkomiliga útseldar.


Yvir 1000 fólk hava longu sæð dansileikin Polaroid, Whats Really Going On Around The Northpole, ið hevði frumsýning í Nuuk fríggjakvøldið.
Sum vit áður hava skriva er føroyski yrkisdansarin Kristina Ougaard Sørensen ein av leikarunum. Leikurin er settur upp av norska leikstjóranum og koreografinum Jo Strømgren, ið er ein nógv eftirspurdur og væl dámdur leikstjóri, bæði í og uttanfyri norðurlond. Hetta verður mett at vera størsta grønlendska satsið innan leiklist og dans nakrantíð.
Men satstið tykist at hava eydnast. Sýningarnar í Napa, ið er norðurlandahúsið í Nuuk, hava verið fullomiliga útseldar. Anders Bendtsson leiðari av Napa sigur, at dansileikurin er heilt fantastiskur.
Leikurin fer nú á ferð, og eisini í hinum Norðurlondum er áhugin stórur. M.a. eru fleiri av teimum 4 sýningunum í Operahúsinum í Keypmannahavn longu útseldar. Leikurin vitjar í Norðurlandahúsinum 21. og 22. oktober.
At døma eftir myndunum, ið Napa hevur sent okkum, er talan um ein vakran leik. Men eisini ein leik, har føroyski luttakarin doyr.