100 ára føðingardagshald: Skótar eru partur av eini størri heild

Mánadagin 2. februar fylti Skótafylki Sigmunds Brestissonar 100 ár.

Tíðindaskriv torshavn.fo:

 

Hetta varð hátíðarhildið við móttøku í Skótahøllini við Havnará sama dag. Skótafylki Sigmunds Brestissonar er eisini elska skótalið í Føroyum, og sostatt merkir tað, at føroyska skótarørslan nú hevur 100 ár á baki.

 

Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, bar vegna Tórshavnar kommunu skótafylkinum eina heilsan:

 

Góðu gulu skótar! Góðu tit øll!

 

Hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum, Skótafylking Sigmund Brestissonar!

 

Eg skal heilsa frá borgarstjóranum, sum ikki fekk verið við her í dag, so tí fall tað í mín lut sum varaborgarstjóri at bera tykkum hesa heilsan.

 

##med2##

 

Tað var á Kyndilsmessu í 1926, at fýra havnardreingir tóku seg saman og settu á stovn Skótalið Sigmund Brestissonar, sum tað æt tá.

 

Í Havnini bardust dreingirnir úr teimum ymsu býarpørtunum, og við tíðini kundu hesir bardagar vera so ógvisligir, at skaði stóðst av.

 

Hetta vildu teir fýra Bødreingirnir broyta, og av tí at teir vóru hugtiknir av skótarørsluni, var nærliggjandi at royna skótalívið.

 

Teir fýra vóru Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen og Eskild Christiansen, ið var fyrsti leiðarin.

 

Eskild var forrestin framvegis virkin í skótaleiðsluni, tá ið eg á mínum barnaárum fekk roynt tað góða skótalívið.

 

Skótar høvdu verið í Føroyum áðrenn, men hetta var fyrstu ferð, at skótaarbeiði av álvara skipaði seg her á landi, so tí fyllir føroyska skótarørslan eisini 100 ár í dag.

 

##med3##

 

Sum skótar eru vit eisini partur av eini størri heild og hava nakað til felags við onnur um allan heim.

 

Í dag er skótarørslan heimsins størsta barna- og ungdómsrørsla við yvir 50 milliónum skótum í meira enn 200 londum kring knøttin.

 

Skótar trívast best úti í Guðs fríu natúru, og samstundis sum kappast verður í øllum møguligum, verða skótarnir aldir upp til góðar samfelagsborgarar.

 

Góð virði verða løgd niður í børnini og tey ungu, sum eru við í skótarørsluni, og tað kemur øllum samfelagnum til góðar.

 

Alt arbeiðið er sjálvboðið, og av royndum frá bæði skóta- og ítróttarlívi veit eg, hvussu nógv alt hetta er vert, hóast tað veruliga virðið ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.

 

Eisini síggjast skótarnir í býarmyndini við skrúðgongu bæði á Grækarismessu og Flaggdegnum, umframt at Skótahjálpin og onnur tiltøk varpa ljós á skótaarbeiðið.

 

Slagorðið hjá skótunum er “Ver til reiðar!”, og tað er ikki minst góður førningur at fáa við sær víðari fram í lívinum.

##med4##

 

Einaferð skóti, altíð skóti!

 

Ikki langt aftaná, at eg sum níggju ára gamal flutti til Havnar, gjørdist eg partur av gulu skótunum.

 

Skótalið Sigmund Brestissonar, sum tað tá æt, helt til í einum lítlum húsum á Bakkahellu, beint við síðuna av “strúkijarninum”.

 

Ikki júst stásiligir karmar, men væl bar til, og tá ið vit so í 1957 fluttu niðan í nýggju hølini her við Havnará, fingu vit bestu umstøður.

 

Eg vildi fegin gerast skóti, men var ov ungur, so eg byrjaði sum úlvaungi í patrúljuni “Steinstólpan”.

 

Tá eg umsíðir fekk aldurin og gjørdist skóti, kom eg upp í fjórðu patrúlju, ið kallaðist “Másin”.

 

Har kýttu vit okkum við lív og sál, saman við hinum liðfelagum, so vit vunnu kappingar og stóðu okkum væl í øllum lutum.

##med5##

 

Ein serlig hending frá skótalívinum, var annan hvítusunnudag í 1959, tá ið eg var við í stóru tingakrossrenningini úr Tjørnuvík til Havnar.

 

Vit máttu sigla norður í Sundalagið, tí koyrandi var ikki tá, og mín teinur var at renna norðuri við Haldarsvík. Tingakrossrenningin endaði á Vaglinum við samkomu og stórum leirbálið.

 

Vit gleðast eisini yvir tær góðu og spennandi løturnar í skótalegum, Famjin, Saksum, Leynar o.m.a.

 

Hetta eru nakrar av mongum upplivingum frá skótalívinum, ið ríkaði míni barnaár og mín uppvøkstur, samstundis sum eg fekk lært nøkur góð virði, ið eg framvegis seti høgt.

 

Tíðina sum skóti fekk eg vinir fyri lívið, og fleiri av okkum hittast en mánamorgnar her í skótahúsinum at tosa vit um góðar og gamlar dagar, og skal okkurt gerast, eru vit til reiðar at taka eina hond í.

##med6##

 

Enn sum áður læra skótar framvegis at vera sjálvstøðugir, at virða natúruna og at hugsa seg væl um, hvussu vit fara um hana.

 

Gongutúrar, útferðir, tjaldlegur, legubál, matgerð, knútar, kort og kumpass, og mangt, mangt annað myndar enn sum áður skótalívið í dag.

 

Í eini tíð, har tað nógva snýr seg um snildfonir og teldlar, er tað gott og hugaligt at síggja, hvussu virknir og ídnir skótarnir eru, bæði úti og inni.

 

Tað fløvar at síggja, at hóast fyrsta øldin nú er farin aftur um bak, er Skótafylking Sigmund Brestissonar enn við sítt fríska lív.

 

Næsta ár eru 120 ár liðin, síðani hjúnini Baden-Powell í 1907 løgdu lunnar undir skótarørsluna.

 

Teirra hugsan var, at vísir tú børnum álit, vaksa tey við uppgávuni, og tað kunnu vit bara sanna enn tann dag í dag.

##med7##

 

Fyrstu árini vóru skótar bara í Havn, men nú eru bæði gulir skótar og grønir KFUM- og K-skótar um alt landið, umframt skótarnir hjá Frelsunarherinum.

 

So tað, ið teir fýra Bødreingirnir settu gongd á henda fyrsta skótafundin í 1926, hevur væl og virðiliga borið ávøkst, tí her grør um gangandi fót.

 

Og tað, at teir tóku stig til at skipa skótarørsluna, man hava gjørt sítt til, at henni hevur verið langt lív lagað, tí í dag eru um 1.000 limir í føroysku skótarørsluni.

 

Góðu tit øll.

 

Sum siður er, tá ið samfelagsgagnligir felagsskapir og feløg í Tórshavnar kommunu fylla 100 ár, vil kommunan eisini geva eina hóskandi føðingardagsgávu.

 

Vit vóna, at henda gáva hjálpir til framhaldandi at fremja góða skótaarbeiðið, ið her verður gjørt.

 

Vegna Tórshavnar kommunu skal eg biðja fylkisstjóran í Skótafylking Sigmund Brestissonar, Sigurd Leivsson Lamhauge, um at koma upp higar at taka ímóti.

 

Lat okkum so øll somul rópa eitt leingi livi fyri 100 ára føðingardagsbarninum: Skóta róp.

 

Skótafylking Sigmund Brestissonar leingi livi: Hurrá! Hurrá! Hurrá! Og so tað langa: Hurrá!

##med8##