FSF skrivar:
- Í døgunum 23. til 31. mars fer manslandsliðið á venjingarlegu í Sameindu Emirríkjunum, har tveir venjingardystir eisini vera á skránni
——————
Tvær sera spennandi og áhugaverdar uppgávur liggja í kortinum, tá A-landsliðið við monnum í seinnu hálvu av mars mánað fer á venjingarlegu í Dubai í Sameindu Emirríkjunum. Umframt venjingar, verða tveir venjingardystir eisini á skránni.
Tann fyrri verður hósdagin 26. mars, men júst hvat mótstøðulandið verður, er ikki endaliga greitt enn. Seinni venjingardysturin verður spældur mánadagin 30. mars, og tá verður tað ímóti Sameindu Emirríkjunum.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA eru Sameindu Emirríkini nummar 68 av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Føroyar eru í løtuni nummar 125 á listanum.
Venjingarlegan í Sameindu Emirríkjunum er týðandi partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League 2026-2027, sum verður spælt í heyst. Lutakastið til UEFA Nations League verður í Brússel í næstu viku, hósdagin 12. februar.
Í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni, men hvørji mótstøðulondini vera, er ikki komið uppá pláss enn. Skrivar FSF.
Í sendingini "Fótbóltsprát" á KVF ígjár nevndi Tróndur Arge, at tað er sannlíkt, at Singapore verður hitt mótstøðulið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum 26. mars. Men tað er ikki staðfest enn.











