Kina er fyrsta landið í heiminum, sum hevur bannað goymdum hurðahandtøkum á elbilum.
Tað skrivar Reuters.
Forboðið kemur eftir harðar atfinninngar av serligu sniðgevingini, sum varð vælumtókt av stovnaranum av Tesla, Elon Musk.
Sambært nýggju reglunum, sum eru galdandi frá 1. januar 2027, kunnu bilar bert seljast, um teir hava mekaniskar upp- og afturlatingarmekanismur bæði innan og uttan.
Í september í fjør doyðu ein maður og tvey børn í Týsklandi, tá tey sótu í einum Tesla, sum eldur kom í.
Dagarnar eftir varð funnist at sniðnum á handtøkunum á bilinum, sum atfinnarar søgdu gjørdi tað trupult hjá fólki at koma úr bilinum.
Hetta upplýsir m.a. týski miðilin WDR.
Í kjalarvørrinum av vanlukkuni komu boð frá Tesla um, at bilframleiðarin fór at hyggja eftir, hvussu handtakið kundi síggja út, skrivar CNN.
Enn hava eingi tíðindi verið frá teimum kanningunum.
Í Kina eru fjald handtøk eitt vanligt snið millum kinesisk elbilmerki.
Og eisini í Kina hava handtøkini verið eitt kjakevni eftir fleiri vanlukkur. Til dømis í sambandi við tvær deyðsvanlukkur, har kinesiska elbilamerkið Xiaomi var uppií.
Mett verður, at handtøkini verða brúkt í umleið 60 prosentum av teimum mest seldu nýggju nýorkubilunum - eitt hugtak, sum kinesiska stjórnin brúkar um el- og hybridakfør.
/Ritzau/












