Nú er útgangsstøði fyri tjóðarsemjuni ikki at vit skulu standa fyri øllum. Men tað vil Sambandsflokkurin hava teg at halda, og tí hevur hann við retoriskum snildi og ómetaliga kreativari samanlegging roknað saman á einum servietti og funnið útav, at um Føroyar vilja hava ræði á egnum landi, skulu vit rinda 2.5 milliardir omaná verandi útreiðslur.
Eg skuldi bert hyggja eftir íspunnu rokningini í 3 sekund, áðrenn eg kundi lættliga skava meira enn helvtina av. Ein drúgvari gjøgnumgongd hevði uttan iva skorið tað niður til eini 900 milliónir, og tá er blokkstuðulin íroknaður.
Hetta er enntá við tí fortreyt, at vit yvirtaka alt sum er, sum ikki eingongd er útgangsstøði fyri tjóðarsemjuni.
Tað er púra greitt, at nú Sambandsflokkurin stendur einsamallur eftir í fortíðini, er komin fullkomin panikkur í. Nú snýr tað seg um at forskrekkja øll frá vón og viti.
Men øll síggja ígjøgnum tað, tá í manipuleringin er so eyðsýnd. Tíbetur undirmetir Sambandsflokkurin, hvussu nógv veljarin hugsar við vitinum, og yvirmetir, hvussu nógv hann hugsar við óttakenslunum.
Tjóðarsemjan snýr seg um, at vit í felag arbeiða fyri at styrkja okkara rættindi sum tjóð í einum óstøðugum heimi. Tíðin at standa saman er nú, heldur enn at brúka allan politiskan kapital til at spjaða og skapa ótta.
Sambandsflokkurin, sleppið ræðuherferðini og lat okkum heldur standa saman sum samlað politisk skipan um at broyta okkara góða samband við Danmark til fyrimunar fyri tjóðina og fólki í Føroyum!
Bjarni K. Petersen
Løgtingsmaður











