Tað eru 10 menn, sum standa ovast á listanum, nú CNET hevur gjørt ein lista yvir størstu nørdarnar í heimssøguni. Ovast á listanum stendur Nikola Tesla, sum gjøgnum alt lívið gjørdi hópin av royndum við streymi, og sum eisini var tann, sum av fyrstan tíð skapti veksul-streymin, sum øll húsarhald í dag nýta. Aðrir á listanum eru Steve Wozniak (apple), Alan Turing (kotubrótar), Bill Gates (Microsoft) og Charles Babbage (Matematikari)