at siga um hetta málið, at fá hava eina meining, so er ivasamt, um nøkur nytta er í samanleggingini. Og enn meiri undrist eg á, at ikki eitt orð varð grett um hetta týðandi mál, tá fólk fyri knøppum ári [...] ikki koma fram í ljósmála, fyrrenn alt er avgjørt. Tað undrar meg stórliga, at bert tann eini kommunustýrislimurin (so vítt, sum eg havi verið varugur við) hevur tikið málið upp í bløðunum. Er so lítið at [...] Samarbeiði er eitt takksamt orð, og undir tí heitinum er so mangt farið av bakkastokki. Men ikki eru fylgjurnar altíð so ljósareyðar. Sum dømi um samarbeiði millum bygdir í einari kommunu kunnu vit taka
Kjakið hevur flutt seg til at tosa um enn fleiri og betri tænastur til sjúklingin, um dygd í viðgerðunum, um útvegan av heilsustarvsfólkum, um viðgerðartrygd, um samstarv, um útbúgvingarmøguleikar og mangt [...] umráðandi, at hetta so týdningarmikla arbeiðið fyri hvørt einasta fólk í hesum landi má sleppa at halda fram. Tí menningin av heilsuverkinum loysir seg, og vit ynskja, at góða gongdin heldur fram. Tí fara vit [...] Áralanga orðaskiftið, um hvørji sjúkrahús vit skulu hava, og hvat skal gerast hvar, er farið. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri fólkið í Føroyum. Tí í dag kjakast vit ikki longur um matriklar og øki
við Keldu førir fram, at hann veit fullvæl, hvussu trupul støðan er um Leirvíksfjørð. Hann sigur eisini, at hann hevur tosað við skiparan á Dúgvuni um støðuna. - Tað eru fløskuhálsar um Leirvíksfjørð og [...] hósdagin um at fáa polititkararnar at góðtaka at Ternan ella Sam kann verða sett inn í sigling aftur at Dúgvuni um Leirvíksfjørð. - Mítt øki er, at syrgja fyri, at sambandið um Leirvíksfjørð er so gott sum [...] einaferð kann verða. Eg kann ikki fara at blanda meg upp í eitt mál um ein undirsjóvartunnil, tað er eitt politiskt mál. Spurdur um, hví Strandferðslan tók síni umboð úr arbeiðsbólkinum, sum í 1998 varð
undirtalsstøðuna 2-0. Um Finnur Hansson eftirfylgjandi fer at hava marrudreymar um hesa seinastu løtuna, so er tað væl skilligt. Hóast yvirtalið legði upp til ein róligan endaspurt hjá Kyndli, so var hetta ikki [...] fáa tað besta fram í honum. Hjá Kyndli var støðan hesa fyrstu løtuna nakað øðrvísi. Spælið tóktist als ikki at koyra eftir vild, og tó at talan helst mundi vera um jokaran hjá liðnum, so valdi Birgir Hansen [...] gera, júst soleiðis sum honum lysti. Samanlagt gjørdist talan um ikki færri enn 15 mál frá Inga, og tað sigur kanska heldur ikki so lítið um, hvussu stórur partur av byrðunum í dystinum var á hansara herum
avmerkingar á Vatnavegnum. Tað hevur hann gjørt leingi. So kann onkur siga, at tann, sum ikki virðir ferðslulógina sum so, leggur heldur einki í, um eitt skilti kemur í vegkantin, ella ein strika verður [...] var meira. Og einaferð enn runnu sálmareglurnar fram fyri teg, har takkað verður: »...for rósurnar á vegnum, fyri tornar millum tær.« Men tá tú stendur so bókstaviliga uppi yvir rósunum, sum lagdar eru [...] lyndi til at fara at hugsa og tosa um, at nú má okkurt gerast. Tað ber ikki til, at hetta skal blíva við, at ung fólk doyggja soleiðis í ferðsluni. Men hygg eftir, um nakað verður gjørt, annað enn at tosa
- Og so eru fólk so ill inn á henda neyðars hund, sum tíverri regluliga hevur lagt síni visittkort um allan býin, á fríøkjum, gongubreytum, í privatum gørðum, í túnum og á spæliplássum. - Og so kleyrar [...] spælilond o.s.fr. so hví skulu vit í høvuðsstaðnum ikki verða tey fyrstu við einum Hundalandi!? - Hundurin er okkara besti vinur. Og hugsa vit um, at eitt hundaár er at meta sum sjey ár, so haldi eg, at hundarnir [...] frammaundan gjørt eitt stórt arbeiði at royna at finna øki til hundarnar. Nú er so semja funnin um hetta einastandandi økið, sum liggur so avbera væl fyri her í Havnardali. - Kommunan lænir tykkum trøðna til endamálið
tí at her er so vakurt. Men eitt annað sum telur nógv er, at her eisini er so avbera friðarligt. Ógvusligu álopini, sum vit kenna tey aðrastaðni, koma fyri í Føroyum, men tað er tíbetur so vælsignað sjáldan [...] hildu seg hava brúk fyri. Restina høvdu teir tveitt frá sær fram við J. C. Svabosgøtu. Løgreglan fót tí við hundum at leita fram við vegnum og so heppið var tað at alt, sum í taskuni var, kom aftur í aftur [...] Vinther, støðleiðari í Havn sigur, at løgreglan hevur innstillað føraran til at missa koyrikortið. Um so verður, so sleppur bilførarin ikki at koyra bil í eitt hálvt ár - lógliga í øllum førum.
verður um yvirtekning. Og tað vil so alt annað líka trýsta kursin uppeftir. Men verður yvirtekning, so verður eisini talan um ein lutfalsligan niðurskurð í teknaðu partabrøvunum. - Tað er tó altíð so, at [...] galdandi, at verður talan um eina yvirtekning, fer ein lutfalsligur niðurskurður fram í partabrøvunum. Men vísir tað seg, at áhugin millum smærru íleggjararnar er ovurstórur, so ber til at broyta tillutingina [...] krónur, um tú bert hevur ráð at gjalda fyri 100.000. So tað ber ikki til á tann hátt at verja seg móti lutfalsligum niðurskurði vegna yvirtekning, sigur Johnny í Grótinum. Fyribils hava fólk so minst tríggjar
tá ið hugsað verður um, at yvir hálvtannaðhundrað manningar við túsund rógvarum vóru um boðið. So føroyingar kunnu ikki annað enn vera ernir av kvinnum sínum. Eftir steypini beyð so Amerada Hess í Føroyum [...] byrja um aftur við nýggjari manning. Men hvør veit, um ikki onkur av hesum rógvarum, ið hava lagt so nógv eftir seg, fer at taka nøkur tøk fyri kappróðurin upp á annan máta. Tað er at vóna, at so verður [...] tær høvdu ætlað, so var hýrurin kortini av tí besta, tá ið liðugt var, tí B-finaluna vunnu tær so spælandi. Í startinum lógu tær eina løtu nummar trý, men spakuliga lirkaðu tær seg fram á oddafiskarnar
eyðkent Høgna Hoydal, so er tað júst àbyrgd.Teir gomlu tjóðveldismenninir heilt fram til 1998 viðgingu, at loysingin fór at kosta vælferð og sosiala trygd; hóast tað so arbeiddu teir fram ímóti málinum. Teir [...] jólana ger hann so støðuna upp í bløðunum: Alt tað arbeiðið, hann sjálvur hevur gjørt, er rætt og gott, danir eru ómøguligir, og so hartar hann føroyingar fyri ikki at standa saman um fullveldið. Ongin [...] 5. desember 2000. Og so gremur hann seg um, at føroyingar standa spjaddir. Ferð eftir ferð hevur hann mælt til, at vit leggja partapolitiskt kegl til viks og loysa hetta mál. Um hetta er naivitetur ella