Áhugin tykist ógvuliga stórur fyri partabrøvunum í Føroya Banka, og sum útlitini eru, er ikki ósannlíkt, at talan verður um eina yvirtekning Tekning av partabrøvum í Føroya Banka læt upp í morgun, og tað er nógv sum bendir á, at áhugin millum fólk er rættiliga stórur at ogna sær lut í bankanum
Fyribils tillutingin er soleiðis, at 20% av útbodnu partabrøvunum eru ætlað teimum sonevndu smáu íleggjarunum. Verður roknað við einum endaligum kursi á mesta marki, svarandi til 189, so geva tey 6,6 milliónir partabrøvini eitt virði áljóðandi 1,25 milliardir krónur. 20% av hesum svarar tískil til einar 250 milliónir krónur.
Fólk hava frá í dag møguleika at tekna seg fyri partabrøvum í Føroya Banka, og til smáu íleggjararnar verður roknað íleggjarar, ið seta minni enn tvær milliónir í kursvirði í bankan.
- Fyri hesi er galdandi, at verður talan um eina yvirtekning, fer ein lutfalsligur niðurskurður fram í partabrøvunum. Men vísir tað seg, at áhugin millum smærru íleggjararnar er ovurstórur, so ber til at broyta tillutingina soleiðis, at prosentparturin til smáu íleggjararnar verður hækkaður, sigur Johnny í Grótinum, íløguleiðari í Føroya Banka.
Hann sigur, at sama er at frætta frá øllum deildum bankans í morgun. Har hava verið nógv fólk inni á gólvinum, og starvsfólkið hevur havt meiri at gera enn vanligt er.
- Men tað hevur kortini ikki verið soleiðis, at trupulleikar hava verið at avgreitt kundarnar, sigur Johnny í Grótinum.
Bjóða upp á kurs
Íløguleiðarin heldur, at fólk hava skilt, at øll fáa somu viðferð, antin tey so tekna seg fyri partabrøvum nú ella seinni. Eingin fær fyrimun av at vera fyrst, og tey, sum tekna seg fyri partabrøvum mikudagin hava somu møguleikar sum tey, ið hava nýtt høvi at tekna í morgun.
Í tillutingini er ætlað, at umleið 40% av útbodnu partabrøvunum skulu seljast stóríleggjarum í Føroyum, meðan tey seinastu 40% verða seld stóríleggjarum uttanlands. Men prosentsatsurin kann sum nevnt broytast.
Við stóríleggjarar verður roknað teir persónar ella fyritøkur, sum vilja keypa fyri fleiri enn tvær milliónir í kursvirði. Men fyri hesar stóríleggjarar er galdandi, at teimum stendur frítt at bjóða upp á kursin. Tað merkir, at onkur kann bjóða sær at keypa, men bara til kurs 162. Endar samlaði kursurin omanfyri hetta, eitt nú á 175, so fellur boðið upp á kurs 162 burtur.
Tað verður so í síðsta enda hesi boðini, ið fara at avgera endaliga kursin. Og endaligi kursurin verður hin sami fyri øll partabrøvini, og størri áhugin er, meiri sannlíkt er, at talan verður um yvirtekning. Og tað vil so alt annað líka trýsta kursin uppeftir.
Men verður yvirtekning, so verður eisini talan um ein lutfalsligan niðurskurð í teknaðu partabrøvunum.
- Tað er tó altíð so, at tekningin skal vera reel. Tað ber ikki til at tekna partabrøv fyri 200.000 krónur, um tú bert hevur ráð at gjalda fyri 100.000. So tað ber ikki til á tann hátt at verja seg móti lutfalsligum niðurskurði vegna yvirtekning, sigur Johnny í Grótinum.
Fyribils hava fólk so minst tríggjar dagar at tekna partabrøv til mikudagin kl 16.00. Verður tað ikki yvirtekning, heldur sølan av partabrøvum fram heilt til 19. juni.










