Reidar Nónfjall sigur í viðmerking til tað sum Jógvan við Keldu førir fram, at hann veit fullvæl, hvussu trupul støðan er um Leirvíksfjørð. Hann sigur eisini, at hann hevur tosað við skiparan á Dúgvuni um støðuna.
- Tað eru fløskuhálsar um Leirvíksfjørð og tað er ikki nakað nýtt, men vit gera tað vit kunnu fyri at loysa trupulleikan, sigur Reidar og endurtekur tað, sum hann segði í greinini í Sosialinum hósdagin um at fáa polititkararnar at góðtaka at Ternan ella Sam kann verða sett inn í sigling aftur at Dúgvuni um Leirvíksfjørð.
- Mítt øki er, at syrgja fyri, at sambandið um Leirvíksfjørð er so gott sum tað nú einaferð kann verða. Eg kann ikki fara at blanda meg upp í eitt mál um ein undirsjóvartunnil, tað er eitt politiskt mál.
Spurdur um, hví Strandferðslan tók síni umboð úr arbeiðsbólkinum, sum í 1998 varð settur til at arbeiða við støðuni, sigur Strandferðslustjórin, at hatta er eitt serligt dømi, sum Jógvan við Keldu tekur fram.
- Eg tók fólkini hjá okkum úr bólkinum, tá tað gjørdist mær greitt, at tey við millum annað at vilja verða við til at leggja ferðaætlanina um Leirvíksfjørð, komu ov langt inn á okkara arbeiðsøki. Tað er ikki ábyrgdin hjá nøkrum arbeiðsbólki, og tað vildi eg ikki finna meg í, sigur Reidar Nónfjall.
Hann sigur eisini, at Jógvan við Keldu átti heldur sum politikari at gjørt okkurt fyri at loysa trupulleikan enn at leggja eftir Strandferðsluni í fjølmiðlunum og samstundis setur hann spurnartekin við, hví Jógvan við Keldu stemmaði í móti einum avloysaraskipi fyri nøkrum fáum mánaðum síðani.