tiltakslimur. - Í hesum nevndarskeiði fara vit millum annað at arbeiða fyri at fáa Revsilógina og ásetingarnar um neyðtøkur dagførdar, framhaldandi arbeiða fyri, at øll børn í Føroyum kenna síni rættindi [...] og virka fyri, at tilvitan um menniskjarættindi og brot á menniskjarættindi úti í heimi eisini eru á breddanum í Føroyum, sigur Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum varð afturvald sum forkvinna fyri Amnesty Int [...] út í kortið ætlanir fyri, hvat deildin skal arbeiða við. Hetta arbeiði byggir á eina størri altjóða ætlan, sum allur felagsskapurin leggur annaðhvørt ár á altjóða aðalfundi. Frá 7. til 11. august í ár
Fólkaflokkinum dámar væl at sita í Tinganesi, og hann hevur nú sitið í samgongu seinastu 12 árini uttan steðg. Flokkurin hevur luttikið í fýra ymsum samgongum saman við borgarligum og vinstravendum, f [...] kstri, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini. At føra ein borgarligan skattapolitikk er eisini eitt av teimum primeru málunum, sum Fólkaflokkurin fer at royna at fremja í komandi valskeiði, og vi [...] taka arbeiðspláss, sum frammanundan ikki kunnu mannast í Føroyum. Tá vit so aftur uppliva niðurgongd, kann hendan arbeiðsmegin finna annað arbeiði í ES-londum, segði Jørgen Niclasen. Á tí kommunala økinum
av inflatiónini. Landsstýrið og Løgtingið mugu beinanvegin seta átøk í verk, sum kunnu lætta um hjá teimum, ið eru ringast fyri. Í øllum førum fram til summarið, soleiðis at vit koma gjøgnum veturin og [...] nú er ongin kjansur hjá vanligum fólki at fylgja við príshækkingunum. Øll mugu hava ráð at liva í Føroyum, ikki bara at yvirliva. Og beint nú kunnu Løgtingið og Landsstýrið gera nakað ítøkiligt við tað [...] ella eina inntøku at liva av Landskassin fær stóran ágóða av hækkandi prísunum. Milliónirnar fossa í landskassan gjøgnum hækkandi meirvirðisgjald, og hetta eigur ikki at vera neyðugt. Koyr pengarnar út
Tær eru Eva Margreta Robring, sum var fútafrúa í Føroyum í 1700 talinum, Sigrid Niclasen, ið er fyrsta kvinna, sum hevur fingið skaldsligt verk givið út í bók, Andrea Árting, ið var fakfelagsfólk um ein [...] Í 2017 kom Søga 4, ein søguferð og í 2018 kom Søga 5, eitt land í menning Við triðju søgubókini hevur fólkaskúlin fingið ikki bara upprunaføroyskar, men eisini nýskrivaðar bøkur til sjálvt endamálið, sum [...] sum er undirvísing í lærugreinini søgu, stendur at lesa á nam.fo. Í formælinum til nýkomnu bókina Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið , skrivar rithøvundurin: - Í lógini um fólkaskúlan stendur, at eitt
hjá børnunum. Tað vísa skjølini í málinum um uppihaldspening, sum enn einaferð skal standa sína roynd í løgtinginum. Tað er dottið burtur tvær ferðir áður. Øll andstøðan í løgtinginum er ímóti uppskotinum [...] ? Veruleikin er nevniliga tann, at tað í allarflestu førum eru menn, sum verða verri stillaðir fíggjarliga, um uppskotið verður samtykt. Hetta tí tað í Føroyum oftast eru mammur, sum hava børnini hjá [...] óbeinleiðis verður mismunur gjørdur vegna kyn, sigur Annika W. Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini. ******* FAKTA 1644 børn í Føroyum fáa barnapengar. Hvørt barn fær 811 krónur um mánaðin. Pápar, ið oftast rinda
øllum føroyingum verða vird. Tó at tað í ár eru liðin 60 ár, síðan heimsins tjóðir skrivaðu undir heimsyvirlýsingina hjá ST um mannarættindi, mugu vit í Føroyum seta okkum spurningin, um Føroyar liva upp [...] tí restriktiva reglu- og lógarverkið leggur fótonglar í vegin fyri, at hesi kunnu verða verandi í landinum. Nógvar familjur og einstaklingar sita í hesum døgum við bivandi hjarta og bíða eftir svarinum [...] at giftast og setast í búgv, og at húskið er tann natúrliga frumeindin í samfelagnum og hevur rætt til vernd av samfelag og landi. Ein annar bólkur eru teir 23 útlendingar, sum í 2000 komu til Føroyar
tey flestu eru fátøk. Javnaðarflokkurin vil ikki hava henda stættamun í Føroyum. Vit vilja arbeiða fyri, at øll, sum búgva í Føroyum skulu hava fíggjarligt frælsið. Vit vilja, arbeiða fyri, at tey sum av [...] kkin høvdu verið í fjøðlmiðlunum, vaknaðu hinir flokkarnir við. Brádliga kom teimum til hugs, at tá vit tosa um at seta kós fyri politikk, so hevur tað við at gera hvussu íbúgvarnir í hesum landi skulu [...] ár, bjóðar seg framm uppá loysingarpolitikk. Føroya fólk má vita, at teir hava sovið í 50 ár. Teir fingu ein skelk í 1946, og hann eru teir ikki komnir yvir enn. Tá ein so spyr tjóðveldisfólk um hvussu
ment seg til tað hon er í dag ikki minst aftaná, at strangt eftirlit er sett í verk. Hon ivast tí í, um tað er rætt at flyta livandi fisk sjóvegis millum øll aliøkini í Føroyum. Ella sum hon tekur til: [...] Gunnleygsdóttir, sum hevur sett fram ein fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum. Hetta ger hon í samband við tíðindini um, at stóra føroyska alifyritøkan Bakkafrost ætlar at miðsavna [...] alibrúkini. Kommunurnar kring landið hava við sínum átøkum stuðlað teirri menning, sum hevur verið í alivinnuni seinastu árini. - Tí er tað hugstoytt, at hoyra at teir sum standa fyri alingini velja at
gera ein túr aftrat. Nú illveður hevur herjað, hevur eingin línuveiða verið undir Føroyum. Nú tey á Fiskamarknaði Føroya í dag gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, lógu øll línuskipini við bryggju. Streymurin [...] døgunum og fara at gera ein túr aftrat fyri jól. Útlitini til útróður eru eisini hampilig, men higartil í heyst hava menn ikki latið nakað serligt at fiskiskapinum.
- Seks ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, og øll skipini hava góðan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at ísfiskalínuskipini fáa tosk og [...] longu og brosmu. Mánadagin koma trý skip inn at landa, og hini trý koma seinni í vikuni. - Eitt frystilínuskip er undir Føroyum, og fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap, har tey hava havt góðan fiskiskap [...] men tey fara væntandi útaftur, tá veðrið batnar. Í vikuni, sum kemur, verður streymurin sera harður. - Umframt at streymurin verður sera harður, er veðrið í løtuni eisini umskiftandi. Tí er ivasamt, hvussu