Øll missa uttan landskassin

Hevur ein pápi tvey børn, sum búgva hjá mammuni, skal hann rinda eina heila mánaðarløn í barnapengum um árið. Tá ið av tornar missa mamman og børnini pening at liva fyri, tí gjaldførleikin hjá pápanum versnar munandi. Tað er sostatt bara landskassin, sum fær tað betri av, at stuðulin til uppihaldspening verður skerdur burtur í einum høggi

Tað er bara landskassin, sum vinnur pening burturúr uppskotinum hjá Pálli á Reynatúgvu, landsstýrismanni við almannamálum, at strika stuðulin til barnapengar.
Páparnir, sum oftast eru teir, ið rinda barnapening, fáa eina stóra meirútreiðslu. Mammurnar, sum fáa barna- og uppihaldspengar frá fyrrverandi hjúnafelagnum, fáa eisini minni, tá av tornar. Og harvið er minni eftir til at nøkta tørvin hjá børnunum.
Tað vísa skjølini í málinum um uppihaldspening, sum enn einaferð skal standa sína roynd í løgtinginum. Tað er dottið burtur tvær ferðir áður. Øll andstøðan í løgtinginum er ímóti uppskotinum, men roknast kann við, at samgongan atkvøðir tað ígjøgnum hesaferð við minst møguligum meiriluta ? 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

Tvífaldir barnapengar
Tá foreldur fara frá hvørjum øðrum, er tað aloftast mamman, ið fær børnini. Pápar skulu so rinda barnapengar. Í dag eru barnapengarnir 811 krónur fyri hvørt barnið. Páparnir fáa kortini helvtina av upphæddina endurrindaða frá Almannastovuni.
Verður stuðulin til barnapening skorin burtur, sparir landskassin sambært uppskotinum 8 milliónir krónur árliga. Sambært útrokningum hjá Sosialinum eru sostatt góð 1600 børn fevnd av barnapengunum.
Civildirektoratet, sum umsitur lógina í Danmark, hevur boðað frá, at lógaruppskotið fer at hava við sær, at nýggjar vegleiðingar fyri áseting av uppihaldspeningi til hjúnafelagar og børn undir 18 ár verða gjørdar fyri Føroyar soleiðis, at ásetingin fer at lækka.
Fyri at taka barnapengarnar fyrst. Um lógaruppskotið verður samtykt, merkir tað, at pápin missir stuðulin, sum er helvtina av teimum 811 krónunum. Tað vil siga, at har hann áður rindaði 4822 krónur um árið, eftir at stuðulin var endurgoldin, skal hann í dag rinda 9.732 krónur um árið fyri hvørt barnið. Hevur hann tvey børn skal hann sjálvandi rinda 19.464 krónur um árið, sum svarar til eina miðalgóða mánaðarløn.
So galið verður tað helst ikki kortini, tí danska sivilstýrið vísir á, at tú skalt rinda eftir førleika, og tí mugu upphæddirnar til uppihaldspening minkast.

Mamman missir
Hevur pápin eina ávísa inntøku, og mamman hevur lítið at liva fyri, so hevur hann eisini skyldu til at rinda sínum fyrrverandi hjúnafelaga uppihaldspening. Sivilstýrið nýtir sum dømi, at manninum hevur verið álagt at rinda konuni 4.000 krónur um mánaðin í uppihaldspeningi. Hendan upphæddin er ásett eftir, hvat maðurin er førur fyri at gjalda. Nú hansara nettoinntøka minkar munandi, verður hendan upphædd skerd hareftir.
Sivilstýrið sigur, at verður stuðulin til uppihaldspening skerdur missur maðurin eina nettoinntøku á 24.000 krónur árliga. Tað svarar til, at bruttoinntøkan, sum er grundarlagið fyri útrokningini, má setast niður við 48.000 krónum. Sjálvur stuðulin minkar sostatt við 12.000 krónum um árið, og verður sostatt 3.000 krónur um mánaðin.
Av tí at páparnir ikki kunnu rinda meira, enn teir makta, verður teirra skylduga upphædd sostatt minkað, soleiðis at teir megna at svara hvørjum sítt. Tað eru altso mamman og barnið, ið mugu gjalda fyri, at stuðulin til páparnar dettur burtur.

Mismunur av kyni
Umframt ríkisumboðið og danska sivilstýrið eru onnur eisini biðin um at ummæla uppskotið. Teirra millum er Javnstøðunevndin.
Annika W. Joensen vísir á, at uppihaldspeningur ikki er nevndur í lógini um javnstøðu, og tí er málið ikki eitt vanligt javnstøðumál. Men hon sigur í somu vending, at verður hugt at avleiðingunum at uppskotinum, sær støðan øðrvísi út.
? Veruleikin er nevniliga tann, at tað í allarflestu førum eru menn, sum verða verri stillaðir fíggjarliga, um uppskotið verður samtykt. Hetta tí tað í Føroyum oftast eru mammur, sum hava børnini hjá sær, og pápar, sum gjalda uppihaldspening. Á ein hátt kann sigast, at óbeinleiðis verður mismunur gjørdur vegna kyn, sigur Annika W. Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini.


*******
FAKTA
1644 børn í Føroyum fáa barnapengar.
Hvørt barn fær 811 krónur um mánaðin.
Pápar, ið oftast rinda, fáa helvtina endurgoldið.
Eftir 1. januar 2004 dettur endurgjaldið helst burtur.
Sostatt skulu pápar rinda 9.732 krónur um árið fyri hvørt barnið.