- Seks ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, og øll skipini hava góðan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at ísfiskalínuskipini fáa tosk og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Mánadagin koma trý skip inn at landa, og hini trý koma seinni í vikuni.
- Eitt frystilínuskip er undir Føroyum, og fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap, har tey hava havt góðan fiskiskap, sum tey komu yvir hagar.
Nøkur ísfiskalínuskip liggja við bryggju, men tey fara væntandi útaftur, tá veðrið batnar. Í vikuni, sum kemur, verður streymurin sera harður.
- Umframt at streymurin verður sera harður, er veðrið í løtuni eisini umskiftandi. Tí er ivasamt, hvussu verður við útróðri teir næstu dagarnar, verður lagt aftrat.