Øll línuskipini liggja

Væntandi er, at flestu línuskip fara at gera ein túr aftrat fyri jól, og útlitini til útróður teir næstu dagarnar eru hampilig.

Tað verður ikki nógvur línuútróður aftrat fyri jól, men kortini er væntandi, at flestu skip fara at gera ein túr aftrat. Nú illveður hevur herjað, hevur eingin línuveiða verið undir Føroyum.

 

Nú tey á Fiskamarknaði Føroya í dag gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, lógu øll línuskipini við bryggju. Streymurin verður góður, og eftir veðurforsagnunum at døma verður veðrið hampiligt.

 

Tí er væntandi, at flestu línuskip fara at loysa ein av fyrstu døgunum og fara at gera ein túr aftrat fyri jól. Útlitini til útróður eru eisini hampilig, men higartil í heyst hava menn ikki latið nakað serligt at fiskiskapinum.