arbeiða uttanlands. Hetta man vera eindømi í heimssøguni! Nú aftan á kunnu øll hesi feløg staðfesta, at hóas tallar tær ómetaligu kreftir, sum eru brúktar í hesum máli við hóttanum av ymsum slag, so hava [...] Eftir eitt ár við hóttanum um »aðalverkfall«, fundum í hópatali, sum eru væl refereraðir í fjølmiðlunum, meira ella minni láturligar fundarsamtyktir og yvirlýsingar, kundu summi av hesum feløgum semjast [...] Tað er eyðkent fyri hesa forsamling, at hon skiftir grundgeving eins ofta sum onnur skifta hosur. Nú var tað knappliga ikki skatturin hjá fiskimonnum, sum mótmælini vóru bend ímóti, men »fíggjarpolitikkinum
meðan 17 prosent rokna við, at vit fáa eina búskaparliga afturgongd í 1998. Hetta tulkar Politikken soleiðis, at tað eru fleiri optimistar enn pessimistar í Føroyum. Fólk eru eisini spurd um túrin hjá Poul [...] Sambært veljarakanningum í Danmark eru socialdemokratarnir betri fyri nú, enn teir hava verið leingi. Stjórnin kann tá fara til val upp á umhvørvisspurningin, sum danir eru nógv upptiknir av í løtuni. Nógv [...] n skal halda áfram. 12 prosent eru í iva, meðan umleið fjórði hvør heldur, at ríkisfelagsskapurin skal takast av. Ein annar spurningur er, hvørt føroyingar halda, um vit hava gagn av ríkisfelagsskapinum
Kristian Magnussens, nú Ernst Hansen er farin, fer at umboða Verkamannafylkingina í andstøðu. Kristian Magnussen, landsstýrismaður, sigur, at teir hava tosað saman um málið, og eru samdir um, at tað verður [...] flokkurin eisini tekur undir við uppskotum, sum koma frá samgonguni, hóast flokkurin er í andstøðu. »Vit eru ikki í móti nøkrum bara við teirri grundgeving, at tað kemur frá samgonguni,« sigur Thordur Niclasen [...] arbeiðsumhvørvi og lóg um vanlukkutrygging. So hann heldur ikki, at tað er rætt at fara úr Tinganesi nú. Tað er eingin loyna, at landsstýrismenninir hjá Verkamannafylkingini hava skift heldur títt í hesum
inni síðani fyrst í januar, og nú er teir farnir í holt við uttanduravenjingarnar á grúsvallum. ? Grúsvallirnir eru góðir í løtuni, tí tað hevur einki frost verið, og tí eru teir ikki so harðir, sum teir [...] Herfølge. Á skránni eru samráðingar um nýggjan sáttmála millum partarnar. Sáttmálin, sum Jákup Mikkelsen hevur við Herfølge í løtuni, gongur út í summar, og bæði leiðslan í Herfølge og Jákup eru hugað at leingja [...] leingja samstarvið. ? Herfølge leggur upp til, at vit gera ein nýggjan sáttmála, sum gongur fram til summarið ár 2000, og tað ljóðar áhugavert, sigur Jákup Mikkelsen. Jákup Mikkelsen er undir útbúgving í
áðrenn AB rættiliga festi røtur har úti, men nú tykist gongd vera komin á. Úrslitini eru vorðin betri, AB er komið aftur í bestu deildina, og áskoðararnir eru so smátt farnir at fjølgast í Gladsaxe Idrætspark [...] millum sínar spælarar. Tað vita vit, og vit hava einki ímóti at hjálpa okkara spælarum ávegis, um tað vísir seg, at teir hava møguleika at standa seg á hægri støði, enn vit kunnu bjóða teimum. Royndirnar [...] í tvær vikur royna seg í kenda danska felagnum AB, har hann skal venja saman við teimum, ið júst nú eru farnir undir at fyrireika seg til seinnu hálvu av kappingini um DM. Besta liðið hjá AB er í superliguni
fótbólt so væl sum fáur annar, sigur Gunnar Mohr, formaður í HB. ? Vit fáa fremmandan venjara. Hann hava vit gjørt sáttmála við, tí vit halda, at hann eigur at verða góður íblástur hjá okkum, men tað sigur [...] missir nú ein av monnunum, sum hevur verið mest uppií har vesturi nógvu tey seinastu árini. Tað er Albert Ellefsen, sum fer til Havnar, har hann skal hava ábyrgdina av næstbesta liðnum hjá HB. ? Vit eru sera [...] HB í 1998. Millum hesar eru Hans á Lag og Rói Árting, sum er fluttur aftur til Føroya, og so Hans Thomassen, sum ikki hevur kunnað spælt, tí hann hevur verið skaddur í beininum. Nú hevur hann verið til viðgerðar
Stóri spurningurin verður ivaleyst, um tað fer at bera til hjá spælarunum, ið eru á grasi uttanlands, at koma við. Nú eru teir fýra í tali ? Julian Johnsson, Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Jan Allan [...] Fótbóltssambandið hevur nú fingið upp á pláss, nær venjingarlegan hjá landsliðnum verður á hesum sinni. Landsliðsspælararnir fara á flog úr Vágum hósdagin 19. februar, og teir koma aftur til landið leygardagin [...] 1979 og til 1982. Hann hevur samband við teir har niðri, og hóast tað ikki var komið upp á pláss, tá vit vóru í sambandi við FSF-skrivstovuna á miðdegi í gjár, so verður vónað, at tað fer at bera til at spæla
við norðmenn. Vit eru nú komnir í tað støðu, at norðmenn hava minst líka stóran áhuga í at halda seg væl við føroyingar, sum vit hava at halda okkum væl við teir. Og tann møguleika eiga vit at brúka. Sjálvur [...] . Hann heldur, at vit fáa so ringa viðferð frá norðmonnum, at tað er neyðugt hjá okkum at brúka øll argument, vit hava fyri at fáa betri sømdir frá norðmonnum. Tí heldur hann, at vit eiga at gera norðmonnum [...] at fiska. Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann veit ikki, hvørjar sømdir vit eiga at krevja frá norðmonnum. Men vit eiga í hvussu so er at krevja somu sømdir sum Týskarar. Og táið týskarar kunnu
høvdu á. Nú er greitt, at hetta vóru ikki tóm orð. Fríggjadagin fóru eini 15 fakfeløg við umleið 16.000 limum í 24 tíma arbeiðssteðg fyri at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum. Og nú eru arbei [...] Í fyrstu atløgu eru tað fiskakeyparar, Arbeiðsgevarafelagið hevur spurt, um teir kunnu skjalprógva fíggjarligan miss av arbeiðssteðginum. Tað eru eisini onnur virki í Føroyum, men vit hava fyrst vent [...] felagið er farið at kanna hjá nøkrum arbeiðsgevarum, hvussu roknistykkið fyri fríggjadagin sær út. Vit hava tosað við nøkur virki, sum vóru rakt av arbeiðssteðginum og biðið tey kanna eftir, um tey kunnu
Jacobsen hevur onga grund til at ivast í avtalum, hann ger við John Petersen, landsstýrismann. »Vit eru samgongufelagar, og tiltøkini fríggjadagin vóru vend móti landsstýrinum, søgdu tey, sum vóru í verkfalli [...] avtalu um, at til ber at avreiða uttanlands, uttan at tað verður tikið av fiskidøgunum. Men tað ger nú heldur ikki so nógv, sigur Óli Jacobsen. Tí tann avtalan okkara millum hevur verið alment frammi í [...] formaður Føroya Fiskimannafelags, Óli Jacobsen, sum tó ikki sigur seg vita, hvørji hesi trý skipini eru, sum talan er um. Um tiltøkini fríggjadagin sigur Óli Jacobsen, at tað er lítið fyri at fara í verkfall