Í dag fer føroyski málverjin Jákup Mikkelsen á fund við leiðsluna í Herfølge.
Á skránni eru samráðingar um nýggjan sáttmála millum partarnar.
Sáttmálin, sum Jákup Mikkelsen hevur við Herfølge í løtuni, gongur út í summar, og bæði leiðslan í Herfølge og Jákup eru hugað at leingja samstarvið.
? Herfølge leggur upp til, at vit gera ein nýggjan sáttmála, sum gongur fram til summarið ár 2000, og tað ljóðar áhugavert, sigur Jákup Mikkelsen.
Jákup Mikkelsen er undir útbúgving í Danmark, og hann verður liðugur um góð tvey ár.
? Enn kenni eg einki til treytirnar, sum Herfølge fer at bjóða mær, men kann eg fáa tær treytirnar, sum eg havi í núverandi sáttmála, sigi eg ja til ein nýggjan sáttmála.
Spæla nógvar venjingardystir
Sunnudagin fór Herfølge undir uttanduravenjingina , og skráin fyri fyrireikingina til seinnu hálvu av kappingini er løgd.
Síðst í januar mánaða fer liðið undir at spæla venjingardystir og allan februar mánaða verða tveir dystir spældir um vikuna.
Tað er bert FC Keypmannahavn av liðunum í Superliguni, sum fer at spæla venjingardyst ímóti Herfølge. Annars verða mótstøðuliðini hjá Herfølge lið úr 1. deild í Danmark og lið úr bestu deildunum í Noregi og Svøríki.
1. mars fer Herfølge til Spania, har liðið skal verða við í eini kapping millum fýra norðurlendsk lond. Umframt Herfølge eru liðini í hesi kapping Trelleborg og Norrkøping úr Svøríki og Viking Stavanger úr Noregi.
Jákup fekk skaða
Undir fyrstu uttanduravenjingini sunnudagin var Jákup Mikkelsen so óheppin at fáa ein fiburspreinging í beinið.
? Skaðin er ikki álvarsligur. Eg fái viðgerð komandi dagarnar, og tað gongur neyvan meiri enn ein vika áðrenn eg kann venja sum vanligt aftur, sigur Jákup Mikkelsen.
Jákup og teir hava vant inni síðani fyrst í januar, og nú er teir farnir í holt við uttanduravenjingarnar á grúsvallum.
? Grúsvallirnir eru góðir í løtuni, tí tað hevur einki frost verið, og tí eru teir ikki so harðir, sum teir vóru í fjør.
Í fjør gjørdu hørðu grúsvallirnir, at Jákup fekk ein skaða í mjødnina, sum hann framvegis brynjar seg ímóti við serligum skinnarum.










