Andrew av Fløtum roynir seg í Danmark

Fótbóltur: HB fer gera samstarvsavtalu við kenda danska felagið AB, sum rættiliga hevur bitið seg fast í superliguni.

Ein av teimum mongu ungu og evnaríku føroysku fótbóltsspælarunum fór í gjár til Danmarkar at royna seg. Talan er um Andrew av Fløtum úr HB. Hann skal í tvær vikur royna seg í kenda danska felagnum AB, har hann skal venja saman við teimum, ið júst nú eru farnir undir at fyrireika seg til seinnu hálvu av kappingini um DM. Besta liðið hjá AB er í superliguni, har teir í heyst stóðu seg væl betri, enn spátt varð um frammanundan, og tað er saman við teimum bestu í felagnum, at Andrew av Fløtum skal venja.

? Hann fær ivaleyst av at vita. Tað er tiltikið, hvussu nógv tað verður lagt fyri, tá fyrsta stigið verður tikið at fáa spælararnar í røttu venjingarstøðuna, eftir at teir hava hildið frí síðani síðst í novembur.

Tað er Gunnar Mohr, sum vit práta við. Hann var síðst í gamla árinum valdur til formann í HB. Gunnar Mohr gavst at spæla í 1. deild í fjør, og tá varð ikki dult fyri, at Andrew av Fløtum skuldi verða maðurin, sum í framtíðini skuldi bera troyggjuna við 10-talinum, sum Gunnar hevur borið í mong ár.

Eru tit ikki bangnir fyri at missa ein ungan og evnaríkan álopsspælara, tá tit so at siga senda hann upp í hendurnar á einum útlendskum felag?

? Tá ein spælari fer til eitt felag at royna seg soleiðis, so er møguleikin altíð til staðar fyri, at hetta felagið ynskir at innlima spælaran millum sínar spælarar. Tað vita vit, og vit hava einki ímóti at hjálpa okkara spælarum ávegis, um tað vísir seg, at teir hava møguleika at standa seg á hægri støði, enn vit kunnu bjóða teimum. Royndirnar siga, at tað er bara í einstøkum førum, at hetta kemur upp á tal. Í flestu førum koma spælararnir heim aftur, og tá fáa vit vónandi ágóðan av teimum royndum, sum teir hava gjørt, sigur Gunnar Mohr.


Samstarvsavtalan

Nógv bendir á, at Andrew av Fløtum verður ikki tann síðsti HB spælarin, sum fer at royna seg í AB. Sambært formanninum í HB, so verður í løtuni arbeitt við at seta eina formliga samstarvsavtalu saman, sum AB og HB skulu skriva undir uppá.

? Vit hava tosað við teir, og tað er avrátt, at vit skulu koma við einum útkasti, sum teir so skulu hyggja uppá, áðrenn endaliga avtalan verður undirskrivað. Umframt at snúgva seg um møguleikan hjá spælarum hjá okkum at royna seg í AB, so fer avtalan eisini at fevna um samstarv á fleiri øðrum økjum. Síðani AB flutti upp í superliguna hava teir arbeitt miðvíst við at víðka fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá felagnum. Vit hava hugt at konseptinum hjá teimum, og tað er áhugavert at staðfesta, at tað, sum teir takast við, á fleiri økjum líkist rættiliga nógv tí, sum vit arbeiða við, sigur HB formaðurin.

Men hvat er tað heilt ítøkiliga, sum tit kunnu fáa gagn av?

? Eitt dømi er, hvussu teir fáa og røkja stuðlar á ymsum bógvum. Her hava teir drúgvar royndir, og vit ivast einki í, at vit kunnu læra ein hóp av teimum, sigur formaðurin í HB, sum ikki vil avvísa, at talan eisini kann gerast um at fáa danska felagið at koma hendavegin at spæla onkuntíð. Men hetta er nakað, sum teir ikki hava viðgjørt enn.


Vilja vera best

AB er eitt av gomlu fótbóltsfeløgunum í Danmark. Seinast teir vunnu DM var í 1967. Teir vóru framvið onkra ferðina stutt eftir tað, men so fór at ganga verri, og í sjeytiárunum flutti AB niður í næstbestu deildina, og har vóru teir næstu fjórðingsøldina. Høvuðsorsøkin fyri vánaligu gongdini segðist vera, at felagið flutti av økinum við Nørre Allé, har lærdi háskúlin er, og har Akademisk Boldklub hevði sjálvsagt heimstað, og út í Bagsværd. Tað tók langa tíð, áðrenn AB rættiliga festi røtur har úti, men nú tykist gongd vera komin á. Úrslitini eru vorðin betri, AB er komið aftur í bestu deildina, og áskoðararnir eru so smátt farnir at fjølgast í Gladsaxe Idrætspark, sum er heimavøllurin hjá felagnum.

 

Nógvir pengar eru komnir í AB, sum ikki dylur, at teir ynskja at bjóða Brøndby og FCK av í kappingini um pengarnar og áskoðararnar í danska høvuðsstaðnum, og teir ásanna, at skulu teir gera seg galdandi í tí kappingini, so er neyðugt, at teir á vøllinum kunnu standa seg millum teir bestu.

Venjarin hjá AB eitur Christian Andersen, sum í síni tíð var við til at vinna DM til B1903 og sum spældi tvær ferðir á danska landsliðnum, áðrenn hann gjørdist yrkisspælari uttanlanda og tískil ikki kundi spæla á landsliðnum. Tað er undir hansara hond, at Andrew av Fløtum næstu tvær vikurnar skal vísa, hvør stirðil er í honum.