Andstøðan í Løgtinginum fær ein lim afturat, tá Tingið kemur saman mikudagin.
Luitjen Apol, sum fer at taka sæti á Tingi sum varamaður Kristian Magnussens, nú Ernst Hansen er farin, fer at umboða Verkamannafylkingina í andstøðu.
Kristian Magnussen, landsstýrismaður, sigur, at teir hava tosað saman um málið, og eru samdir um, at tað verður soleiðis.
Sjálvur hevur hann trý stór mál, hann skal hava niðan í Tingið í hesi setuni. Talan er um pensiónslógirnar, lóg um arbeiðsumhvørvi og lóg um vanlukkutrygging. So hann heldur ikki, at tað er rætt at fara úr Tinganesi nú.
Tað er eingin loyna, at landsstýrismenninir hjá Verkamannafylkingini hava skift heldur títt í hesum valskeiðinum. Og Kristian Magnussen sigur, at hann kann ikki gera tað móti fólki, at hann nú eisini rýmir. Hvørki vanliga borgaranum ella starvsfólkinum í Tinganesi.
»Fólk verða fulkomuliga trillrund av hesum útskiftingunum,« heldur Kristian Magnussen, landsstýrismaður.
Ernst Hansen, sáli, hevði nakrar nevndarsessir í Løgtinginum. Og eisini onkran formanssess. Men hesar fær Luitjen Apol ikki, nú hann fer í andstøðu.
Kristian Magnussen sigur, at nevndarsessirnir verða helst býttir millum samgongutingmenn í samráð við Verkamannafylkingina í samgongu, sum »eigur« sessirnar.
Søgur hava viljað verið við, at Miðflokkurin skuldi í valbólk við samgonguni, um Luitjen Apol, fór í andstøðu.
Men hesum tíðindum vísir Thordur Niclasen, løgtingsmaður Miðfloksins, aftur.
Thordur Niclasen sigur, at Miðflokkurin hevur ongar ætlanir um at fara í nakran valbólk, og har er heldur eingin áheitan komin, sigur hann.
Miðflokkurin fer framvegis, eins og fyrr, at taka støðu í hvørjum einstøkum máli, sum kemur fyri Tingið, sigur Thordur Niclasen.
Og hann útilokar ikki, at flokkurin eisini tekur undir við uppskotum, sum koma frá samgonguni, hóast flokkurin er í andstøðu.
»Vit eru ikki í móti nøkrum bara við teirri grundgeving, at tað kemur frá samgonguni,« sigur Thordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.