hann hevði møguleikan. Men Kári á Rógvi tók av. Nú hevur hann tikið við sum formaður, og samstundis eru politisku tannáringaárini liðug, sum hann tekur til. – Tað er sum í veruliga lívinum. Tannáringurin [...] brádliga snaraði hann øllum á høvdið. Stóru oyruni vórðu keldan til, at hann fór at undrast storliga. Tað undraði hann, hví útsjónd hevur so stóran týdning fyri fólk. Og tá hann fór at skemta við oyrunum [...] sjáldsaman. Kári hevur ongantíð havt áhuga fyri ítrótti, og tí kundi hann ongantíð erpa sær av at vunnið heiðursmerki í fótbólti og hondbólti eins og vinmenninir í skúlanum. – Skúlin hevur ongantíð verið
tá tú vilt, er neyðugt, at tú hevur hollan kunnleika til lógina um innlit í fyrisitingina, og at tú nágreiniliga veitst, hvønn tú skalt leggja trýst á, fyri at fáa tær upplýsingar, tú vilt hava. Tískil [...] skúlan á Trøllanesi. Men fólk í almennu umsitingi við kunnleika til journalisering, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað skal nógv til, áðrenn eitt skjal verður so skeivt journaliserað, at tað kortini [...] hoyrir til. Orsøkin er nevniliga tann, at kannað verður altíð, hvørji mál eitt skjal hevur samband við, og síðani verður ávísa skjalið journaliserað undir ávísum máli, men við greiðari ávísing til øll onnur
nógv betri, soleiðis at lesarin, leggur til merkis, at her er skil í, og ein ætlan aftanfyri. Setir tú orð á, hvat tú vilt og nøkur mál, sum tú fylgir upp, kanst tú byggja víðari á tað ár eftir ár. Alt annað [...] Eingin umbering er nóg góð. Hevur tú valt at vera leiðari á einum fjølmiðli, skalt tú vera tað. Tú skalt tola tær atfinningar, sum møguliga liggja í tí, og eisini liva upp til tær ætlanir sum eru. Eingin [...] tíðarmyndir og tær hava ómetalig virði. Útvarpið hevur verið framúr at vera á staðnum, tá ið okkurt hevur verið, uttan mun til, hvat tað var. Tað hevur roynt seg við útgávu av gomlum barnasangum við hepni
vit, hevur roynt at venda út frá landi, suðureftir, men eitt ísfjall hevur sprett síðuna upp á honum sum ein skeribrennari eitt mjólkarblikk. Tjóðin syrgdi Í Danmark vórðu pengar savnaðir inn til tey, [...] er framvegis til og rindar til ymisk endamál. - Eg minnist ikki rættiliga, hvussu nógvur peningur kom inn, men endamálið við honum var at geva børnunum, sum høvdu mist foreldur, pening til útbúgving. Vit [...] navn hennara til Richa Beinta, greiðir Emmy frá. Emmy var 24 ára gomul, tá ið hon misti mannin og í 1963 varð hon gift upp aftur við Harry Johansen í Havn. Hans Hedtoft, sum var 87 metrar til longdar, var
tað átti at borið væl til at knýtt fótbóltin í næstbestu donsku deildini saman við eitt nú lesnaðinum, sigur Atli Danielsen, sum sjálvur hevur lisið búskap alla ta tíðina, hann hevur spælt í Danmark. Fí [...] evnini til donsku 1. deild. - Hjá leikarunum heima í Føroyum vigar fíggjarligi parturin helst nógv, og tú kanst ikki rokna við at fáa tað sama tey bæði fyrstu árini í næstbestu deildini, sum tú kanst fáa [...] avbjóðandi at spælt í 1. deild í Danmark, har tú hvørt vikuskifti spælir í móti liðum sum Vejle, Viborg og AGF, heldur enn at møta FC Suðuroy og NSÍ. Og hevur tú málsetningar um at liva av fótbóltinum, so
gamlan hevur tað nógv størri týdning at vera við her og nú, enn tað hevur, um hann/hon fær krabbamein um 30 ár. At vit fáa at vita, hvussu býttisligt roykingin er, hjálpir sostatt einki, og hevur hetta [...] á einum klárum fyrstaplássi. At fara at nýta hesar báðar síðurnar til eina moralprædiku um royking, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri heilsu okkara, tími eg so slettis ikki, men kortini slepst ikki [...] ikki undan, at okkurt slikt verður nevnt. Moralprædika verður tað tó neyvan til, tí við mínum 20 um dagin, eri eg ivaleyst við til at skumpað talvurnar enn longur upp eftir. Í so máta skal eg í øllum førum
Hjá Hansu Hansen kennist tað einsligt til tíðir, at ganga ímoti steyminum, sigur hon. Ofta hevur hon ikki sagt tað, hon hevur á hjarta, tí hon ikki til traðka nakran á tærnar. Hóast hetta heldur Hansa [...] vaska okkum og húsini við. Hon brúkar ikki luktilsi ella bleikingarevni. Ístaðin brúkar hon essentiellar oljur, um hon ynskir góðan anga og kokusfeitt til kropp og hár. Hesin lívstýlurin snýr seg ikki bert [...] og tá hon so er framd og vorðin vani, kann man flyta seg til næstu broytingina. Tað tekur tíð at finna javnvágin í at liva vanligt, ímeðan tú gert títt besta at liva heilsugott, sigur hon Ein meginregla
hvíla meg, til eg skal til arbeiðis. Renningin fer við einum 15 tímum um vikuna og um veturin onkuntíð meira enn tað, men mær dámar at renna, so í míni verð hevur tað einki at siga. Í vetur hevur 19 ára gamli [...] framligur, at hann skrivaði til Absalon Hansen, at nú fór hann til Danmarkar at renna og ætlaði sær at taka hatta gamla metið hjá honum, og hann fekk eisini øll góðynski til tað frá Absalon. – Tá eg so [...] kappingum á langteinum kennir hann ikki til annað enn at vinna, so tað hevur av álvara gingið sum fótur í hosu hjá honum, síðani hann av álvara kom upp í renningina og hevur verið við í kappingum. Men hetta við
landinum, og leiðin gongur til Horsens at spæla fótbólt. Tað var líka til, at føroyski landsliðsvenjarin, sum eisini var venjari hjá Vejle, fekk yvirtalað toftamannin til at koma til Vejle. Hann spælir fyrru [...] eins ovurfegnum viðleikarum. – Eg veit ikki hvat eg føldi ella ætlaði. Eg rann bara til eg bleiv fangaður, sigur Øssur við einum smíli. Hóast hann hevur havt eitt langt fótbóltslív, so er tað hatta [...] Føroyar framum fótbóltsyrkisleiðina. Fram til 1997 er Øssur B68 leikari, tá jugoslaviskur venjari kemur til B68. Honum dámar einki nýggja venjaran og skiftir til GÍ. Í 1998 er alt við tað gamla. Venjarin
visti ikki rættiliga, hvat eg skuldi vænta, tá ið eg byrjaði her. Men tað hevur verið sera gott, og eg eri glaður fyri at arbeiða her, sigur Ægir T. við Úlvsá. Í lærutíðini hevur hann arbeitt nógv á Glasi [...] Verkfrøði, installatør ella maskinmeistara Tá ið Ægir T. við Úlvsá verður útlærdur í oktober komandi ár, veit hann ikki enn, hvat hann fer at gera aftaná. – Eg veit ikki, hvat tað verður. Eg vóni at sleppa [...] onkrum lærara, at LM Electric fóru at hava tørv á lærlingum, so triðju ferð, eg vendi mær til LM Electric, slapp eg til samrøðu, og ein tíma aftaná ringdu teir og søgdu, at eg hevði fingið lærupláss, sigur