Bakka vit eitt ár aftur í tíðina, taldi næstbesta deildin í Danmark fýra føroyingar. Men BK Frem flutti niður og Jónas Þór Næs, Bogi Løkin og Andreas Lava Olsen fluttu heim. Teir báðir fyrstnevndu eru síðani farnir til Íslands, men undir øllum umstøðum er Atli Danielsen einsamallur føroyingur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað undrar hann eitt sindur, tí fleiri føroyingar eftir hansara tykki hava evnini til donsku 1. deild.
- Hjá leikarunum heima í Føroyum vigar fíggjarligi parturin helst nógv, og tú kanst ikki rokna við at fáa tað sama tey bæði fyrstu árini í næstbestu deildini, sum tú kanst fáa í onkrum føroyskum felag. Tú mást prógva títt virði áðrenn, sigur Atli Danielsen og heldur áfram.
- Vit venja einaferð um dagin og allir, sum eg higartil havi spælt saman við, hava annaðhvørt gingið í skúla ella havt eitt arbeiði aftrat, so tað átti at borið væl til at knýtt fótbóltin í næstbestu donsku deildini saman við eitt nú lesnaðinum, sigur Atli Danielsen, sum sjálvur hevur lisið búskap alla ta tíðina, hann hevur spælt í Danmark.
Fíggjarkreppan svíir
Hann vísir tó á, at tað ikki er lætt at fáa ein sáttmála við nakað danskt 1. deildarfelag nú. Sáttmálarnir hanga ikki á trøunum og tað eru sera nógvir sáttmálaleysir danskir fótbóltsspælarar í løtuni, tí fíggjarkreppan hevur havt við sær, at liðini hava skert um talið av leikarum í hópinum.
Kortini metir hann, at fleiri føroyingar høvdu havt – um teir altso ynsktu tað – møguleika fyri at gjørt seg galdandi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
- Vit burdu verið fleiri føroyingar her. Ja, hyggja vit bara eftir ÍF Føroyum, so hevur tað liðið fleiri leikarar, ið kundu spælt seg inn í hópinum hjá einum donskum 1. deildar felag. Rókur av Fløtum Jespersen og Marni Djurhuus eru tveir úr tí hópinum, sigur Atli Danielsen, ið als ikki útihýsir, at har eru fleiri aðrir mans, ið kundu staðið seg.
Teir báðir leikararnir, Atli Danielsen nevnir, spældu báðir stóran part av seinnu hálvu við ávíkavist HB og EB/Streymi, samstundis sum teir eru lesandi í Danmark. Men spælir tú í næstbestu donsku deildini, fært ber ikki til at spæla fótbólt í Føroyum samstundis, vísir Atli Danielsen á.
- Hinvegin burdi tað verið nógv meira avbjóðandi at spælt í 1. deild í Danmark, har tú hvørt vikuskifti spælir í móti liðum sum Vejle, Viborg og AGF, heldur enn at møta FC Suðuroy og NSÍ. Og hevur tú málsetningar um at liva av fótbóltinum, so er næstbesta danska fótbóltsdeildin eitt nógv betri útgangsstøði enn besta føroyska deildin, metir Atli Danielsen.
rolant@sosialurin.fo










