Visti langomma hvat hetta var?

Ein meginregla sum Hansa ofta brúkar, tá hon keypir inn, er at spyrja seg sjálva um lang- ella oldur omma hennara visti hvat hesin maturin var, sum hon heldur í hondini.

Hjá Hansu Hansen kennist tað einsligt til tíðir, at ganga ímoti steyminum, sigur hon. Ofta hevur hon ikki sagt tað, hon hevur á hjarta, tí hon ikki til traðka nakran á tærnar.

 

Hóast hetta heldur Hansa at tey eru fleiri við somu sannføring sum hon. Hon gjørdi facebook bólkin "sunnan kost og sunnan lívstíl" og bólkin "steinaldarføði" og báðir hava teir fingið góða undirtøku og nógvar limir.

 

Tó vildi Hansa ynskt, at vit føroyingar brúktu meir av føroyska tilfeinginum, og innfluttu minni úr útlondunum.

 

- Vit mugu hugsa meir um hetta sum land og tjóð, og vera meir vandin. Sjálvt um tað stendur á eini vøru, at hetta er matur er tað ikki neyðturviliga tað, sigur hon.

 

 Heilsugóður matur er ordiligur, óviðgjørdur matur sum vit fáa frá náttúruni við so fáum millum monnum sum gjørligt, greiðir Hansa frá. Hesin er helst vistfrøðiligur og heimagjørdur við kærleika og umhugsni. Heilsugóður matur er ikki neyðturviliga ein kurur, heldur ikki er tað nóg mikið at seta eina salat á borðið og kalla døgurðan heilsugóðan, sigur hon.

 

Sunna lívið hjá Hansu snýr seg ikki bert um mat men eisini um  vørur vit brúka at vaska okkum og húsini við. Hon brúkar ikki luktilsi ella bleikingarevni. Ístaðin brúkar hon essentiellar oljur, um hon ynskir góðan anga og kokusfeitt til kropp og hár. Hesin lívstýlurin snýr seg ikki bert um okkum men eisini um at vera góð við náttúruna, sigur hon.

 

Tá man á heimsbasis hyggur at hvussu tjúkk vit øll eru, og nær vit byrjaðu at blíva tjúkk, so er eyðsýnt at tann kurvan byrjaði, tá matur varð hópframleiddur, fólk góðust at gera egnan mat og "light" vørunar komu á marknaðin, greiðir Hansa frá.

 

Hansa sigur, at tá man byrjar at broyta matvanarnar, skal man ikki gera sær ov stórar ætlanir við tað sama. Hinvegin skal man gera eina  broyting í senn, og tá hon so er framd og vorðin vani, kann man flyta seg til næstu broytingina. Tað tekur tíð at finna javnvágin í at liva vanligt, ímeðan tú gert títt besta at liva heilsugott, sigur hon

  

Ein meginregla sum Hansa ofta brúkar, tá hon keypir inn, er at spyrja seg sjálva um lang- ella oldur omma hennara visti hvat hesin maturin var, sum hon heldur í hondini. Um ikki, so er óivað best at leggja hann aftur á hyllina í matvøruhandlinum.

 

Hon minnist aftur á, at hon var alt ov tjúkk sum barn, og sum hon vaks til. Hon sigur, at hon samanbar matvanarnir hjá sær við trongdina hjá einum rúsevnismisnýtara. Hon kláraði at hava tamarhald á øllum økjum í lívi sínum, men ikki á matinum hon át. Hon spurdi ofta spurningin, hví hon ikki kláraði hetta, og sá at hetta ikki var náttúligt. Hervið byrjaði vaksandi áhugin í kosti og heilsu.

 

Hópframleiddi maturin vit keypa í matvøruhandlunum í dag smakkar ofta nógv betri enn matur eigur at smakka, tí hann er fyltur við ónáttúrligum evnum. Djórini fáa vakstrarhormir, antibiotika og litevni, sigur Hansa. Hesi evnini hvørva ikki og koma eisini í kroppin hjá okkum sum eta matin, sigur hon. Tað hvørvur ikki eftir at tað er komið í kroppin hjá okkum, og harvið eta vit mat sum ikki er matur, sigur hon.