Um vikuskiftið vakti tað ikki sørt ans, at 19 ára gamli rennarin, Marnar Djurhuus, megnaði at taka yvir 25 ára gamla metið á hálva maratonteininum, sum Absalon Hansen setti í oktober 1988 við tíðini 1.09.45. Ikki bara tók Marnar metið, men hann kappaði næstan ein minutt av tí, so nýggja metið nú eitur 1.08.52.
– Saman við øðrum fór eg til Danmarkar við morgunrutuni hjá Atlantsflogi fríggjamorgunin, og so rann eg mær ein túr fríggjadagin, tá eg var komin niður. Annars ráddi bara um hjá mær at hvíla beinini og at slappa av, so eg skuldi vera so væl fyri sum gjørligt til leygardagin, greiðir Marnar frá.
Hann var tíðliga á fótum leygarmorgunin, og so fylgdust hann og Jan Elmar Sørensen startin, tí tað ráddi um at vera upp á pláss tíðliga, so teir skuldu fáa eitt pláss frammarlaga.
– Tað eydnaðist eisini, tí tað tók mær bara tvey sekund um at koma út, so eg var beinanvegin í gongd. Men av tí sama bleiv ikki møguleiki fyri at hita upp, sum vanligt er at gera, men Marnar helt, at hóast hetta ikki var optimalt, so mundi tað ikki bila, tí tað var heitt í veðrinum, eini 12 stig, og so var eisini meira ella minni stilli, sigur Marnar.
– At starta upp á henda mátan, har einir 30.000 aðrir rennarar eisini vóru við, var sjálvandi heilt øðrvísi enn tað, eg eri vanur við. Til dømis vóru vit um hálvthundrað, sum startaðu hálva maratonteinin á Oyggjaleikunum á Bermuda, tá eg tó gavst vegna krampa. Men hóast tað nógva var øðrvísi í Kjøpinhavn, gekst tað tíbetur væl, og mær eydnaðist at fáa sum mest burturúr.
Tveir dagar undan fráferðini úr Føroyum hevði Marnar Djurhuus verið so framligur, at hann skrivaði til Absalon Hansen, at nú fór hann til Danmarkar at renna og ætlaði sær at taka hatta gamla metið hjá honum, og hann fekk eisini øll góðynski til tað frá Absalon.
– Tá eg so var komin í gongd á gøtunum í danska høvuðsstaðnum leygardagin, gekk tað nógv betur, enn eg hevði væntað. Alt riggaði, sum tað skuldi, og hóast eg hevði hopað, at eg skuldi koma undir ein tíma og 10 minuttir, so byrjaði eg eftir 15 kilometrar at hugsa, at hetta saktans kundi blíva dagurin, har eg tók metið, sigur ungi morskranesmaðurin.
– Eg føldi meg væl og tonkti, at eg kanska fór at klára tað, nú allar umstøður tóktust ganga upp í eina hægri eind, men eg má viðganga, at eg ikki hevði væntað, at eg skuldi koma so langt sum ein minutt undir gamla metið.
Maraton í skúlanum
Góða tíðin hjá Marnari Djurhuus gjørdi eisini sítt til, at hann bleiv bestur í sínum aldursbólki, sum er 15-19 ár, so upp á ein máta kann sigast, at hann enn ongantíð hevur gjøgnumført hálva maratonteinin, uttan at vinna. Í føroyskum kappingum á langteinum kennir hann ikki til annað enn at vinna, so tað hevur av álvara gingið sum fótur í hosu hjá honum, síðani hann av álvara kom upp í renningina og hevur verið við í kappingum.
Men hetta við renningini hjá Marnari gongur nøkur ár aftur í tíðina, tí fyrstu ferð, nakað hoyrdist um henda unga rennaran, var á heysti í 2009, tá tað frættist av Strondum, at har hevði ein 14 ára gamal næmingur í skúlarenningini runnið einki minni enn allan tann stóra maratonteinin, sum er 42 kilometrar og 195 metrar.
Ta ferðina fingu vit her á blaðnum eisini orðið á unga rennaran, sum nokk er tann einasti næmingurin í føroyska fólkaskúlanum, sum hevur runnið eitt heilt maraton, sum hann gjørdi í skúlarenningini tann 7. oktober í 2009. Í samrøðuni við Sosialin greiddi Marnar tá frá, at hann upprunaliga hevði sett sær fyri, at hann skuldi klára maratonteinin, áðrenn hann fylti 16, men at hann seinni broytti tað til, at hann skuldi klára tað áðrenn hann fylti 15.
– Undan skúlarenningini hendi so tað, at eg veddaði við onkran av hinum um, at eg fór at klára at renna 35 kilometrar. Men tá eg hevði runnið tað, helt eg meg klára teir sjey kilometrarnar aftrat, og tað gjørdi eg so eisini, greiddi Marnar frá ta ferðina.
– Eg var rættiliga svangur, tá eg var liðugur at renna. Men tá eg var komin heim, hevði fingið mær at etið og verið undir brúsuni, so var alt yvirstaðið og eg var væl fyri aftur. Tað var ikki so nógv øðrvísi at renna hesa ferð, enn tað vanliga er, tí eg eri í góðari venjing, segði hann.
Henda dagin í skúlarenningini rann Marnar rann fyrst nakrar ferðir frá Stranda skúla til Sálarbótará, sum liggur millum Kolbeinargjógv og Morskranes, og aftur til skúlan, har hann fekk at eta og drekka hvørja ferð, áðrenn hann herjaði á aftur. Tá hann so skuldi hava teir sjey kilometrarnar aftrat, rann hann frá skúlanum út á Raktanga og aftur, so samlaða longdin bleiv 42,195 kilometrar.
Fylgir altíð skránni
Í kjalarvørrinum á hesum sjáldsama avriki, kom Marnar Djurhuus í samband við rennifelagið Treysti í Klaksvík, sum ítróttarliga hevur verið hansara heim síðani, og har hevur hann eisini roynda rennaran og venjaran, Guttorm Sørensen, at leggja sær lag á og at gera skrá fyri, hvussu Marnar best kann venja og fáa nakað burtur úr renningini.
– Tá eg var við í hasi skúlarenningini, hevði eg í eini tvey ár runnið seks kilometrar um dagin, men hevði so økt tað upp í 10 kilometrar. Tað var tó alt nokk so tilvildarligt, tí viðhvørt rann eg og viðhvørt ikki, og so spældi eg eisini fótbólt, so tá rann eg sjálvandi nógv, greiðir Marnar frá.
– Men so bleiv eg meira og meira bitin av renningini og endaði við at gevast við fótbóltinum, so eg bara rann. Og aftan á skúlarenningina gavst eg við fótbóltinum og fekst tá bara við renningina.
Ein mánað eftir skúlarenningina, í november 2009, var Marnar til sína fyrstu venjing í Klaksvík, sum var eitt týskvøld, har tey fyrst runnu úti og síðani inni. Tá bjóðaði Guttorm Sørensen sær til at gera eina skrá, sum Marnar kundi venja eftir.
– Eg visti slett ikki, hvat ein slík skrá var fyri nakað, og yvirhøvur visti eg einki um renning. Men eg tók av og fór at fylgja hesi skránni, sum eg einki skilti av, og heilt skjótt merkti eg, at eg fekk nógv meira burturúr. Hetta gav nógv meira varieraða renning við intervalvenjing, stuttum og longum teinum, skjótari og spakuligari renning og so framvegis, sigur Marnar.
– At byrja við rann eg ikki so øgiliga nógv, kanska einar 50 kilometrar um vikuna, og tað var einki aftur ímóti tí, eg geri nú. Nú renni eg onkuntíð 130-140 km um vikuna um veturin, men eitt sindur styttri teinar og skjótari um summarið. Tað er jú um summarið, at flestu kappingarnar eru, men so ræður tað meira um at byggja sær ein góðan grundform upp um veturin.
Við øðrum orðum, so hevur renning síðstu sjey árini verið ein fastur partur av gerandisdegnum hjá Marnari, ið sigur tað vera sjálvsagt, at hann fylgir renniskránni, tí tað er neyðugt, skal hann fáa nóg nógv burturúr.
– Er ringt og keðiligt veður, vindur og kalt, so ber altíð til at renna á rennibandi innandura, men annars royni eg at renna so nógv úti, sum eg kann. Tað einasta, ið kann forða mær, er um eg havi onkran skaða, men annars renni eg altíð eftir skránni, sigur hann.
– Úti renni eg fyri tað nógva fyri meg sjálvan, men tá eg renni innandura, er tað ofta eitt sindur meira sosialt, tí tá er aloftast onkur annar har eisini. Yvirhøvur er rennaraverðin ein fínur felagsskapur, har samanhaldið og vinarlagið er gott, so tað er fínasta slag.
Fer ongan veg
Eftir at Marnar Djurhuus fyri hálvumfimta ári síðani rann maratonteinin í skúlarenningini, segði hann seg hava ein dreym um at koma til Oyggjaleikir, og tann dreymurin gekk út longu tvey ár seinni, tí hann var við á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í 2011 og nú aftur á Bermuda í 2013.
– Annars havi eg ongar ætlanir um at flyta av landinum, fyri at gera meira við renningina. Í øllum førum ikki fyribils, tí eg trívist fínt við at vera heima í Føroyum, sigur Marnar, sum í løtuni arbeiðir sum bakari í Saltangará, men undan tí hevur verið á kokkaskúla í Klaksvík, arbeitt sum kokkur í Havn og eisini hevur bakað í Klaksvík, so hann er ikki heilt ókendur við forskotnar arbeiðs- og songartíðir, ið tó ikki hava forðað fyri renningini.
– Nei, tað ger mær ikki mun. Sum nú er, fari eg til arbeiðis klokkan fimm um morgunin, men eg eri so liðugur klokkan eitt seinnapartin. Vanliga fari eg heim at leggja meg eftir arbeiðstíð, áðrenn eg fari uppaftur at venja. So plagi eg at slappa av og hvíla meg, til eg skal til arbeiðis. Renningin fer við einum 15 tímum um vikuna og um veturin onkuntíð meira enn tað, men mær dámar at renna, so í míni verð hevur tað einki at siga.
Í vetur hevur 19 ára gamli morskranesmaðurin havt øgiliga góða framgongd, umframt at hann er sloppin undan skaðum og teimum bakkøstum, tað kann hava við sær.
– Tíðirnar eru blivnar betri og betri alla tíðina, so tað hevur gingið stútt framá. Nú fer so summarið at koma, og tá ætli eg mær at vera við í so nógvum kappingum, sum gjørligt. Fyrsta stóra avbjóðingin verður ein árlig ungdómskapping í Göteborg í Svøríki, har eg fari at vita, um eg ikki kann koma so nær 15 minuttum á 5.000 metra teininum, sum gjørligt, sigur hann.
– Men tá vit tosa um mál í framtíðini, so er tað heilt greitt at vinna metall á Oyggjaleikunum. Og tey næstu árini verður tað á teimum somu teinunum, at eg fari at royna meg, so hálvt maraton passar mær fínt, tí tá kann eg samstundis vera so mikið væl fyri, at eg eisini kann renna hinar kappingarnar, 5.000 og 10.000 metrar. Fulla maratonteinin tími eg ikki at hugsa um enn á sinni, tí hann er so drúgvur og krevur so øgiliga nógv, umframt at tú ert fullkomuliga í knúsi aftaná. Tað kanska eg fari at royna aftur, tá eg verði eldri, men er heilt avgjørt ikki á skránni her og nú.