týdning. Uttan mun til, hvussu tey eru. - Eg havi altíð sent míni handrit út til fólk, eg havi álit á, biðið tey um at lisið handritið ígjøgnum og givið mær kritikk, sum eg kann brúka til nakað. Bókadeild [...] Tað eru altíð fólk, sum ikki vilja hava nakran at hyggja handritini ígjøgnum, og somuleiðis altíð konsulentar, sum ikki hava førleika á økinum. Eg sigi heldur ikki ja takk til ein og hvønn konsulent. Fyrsta [...] tað ávirkar eyðsæð úrslitið. Eg havi eina skaldsøgu liggjandi, men eg hætti mær ikki undir hana fyrr enn eg havi ráð at keypa mær frí. - Alt ov avmarkaðar starvslønir muna ikki nóg væl. Tað leggur eitt alt
, krossfiskum og øðrum. Kørini við livandi úr havinum vekja ans og hava stóran áhuga - ikki minst millum børnini, men eisini millum tey vaksnu og enntá millum uppilagstar fiski-og útróðrarmenn. Men, hvussu [...] verið óførir at hjálpa til við at fylla kørini. - Flestu fiska-og krabbasløg liva væl í kørunum, men tað hevur ongantíð riggað nakað serligt við hýsu. Hýsa hevur nevniliga ikki víst seg at liva serliga [...] fangilasi uppi á landi. Eyðstein Poulsen sigur, at orsøkin til, at teir fóru í holt við at hava livandi úr havinum í kørum á landi, var, at børnini í dag liva eitt annað lív, enn tey gjørdu fyrr. Tað eru
grannan hjá okkum. Í tí ringastu løtuni, sum var meðan eg enn ikki visti hvar Gunnleyg og børnini vóru, var hann hjá mær alla tíðina. Og tað haldi eg vera alla æru vert. Hann hevði jú eisini sítt at hugsa [...] 30 til 50 metrar omanfyri húsinum til at beina vatn burtur. Tað bleiv við at regna illa dagarnar aftan á skriðulopið og alt vatnið savnaðist uttanfyri hjá Victor og Gunnleyg. Veitin er nóg stór til at [...] henda. Vit hava ofta tosað um skalvalop, og eg vil ikki leggja skjól á, at vit verða ørkymlað, tá nógvur kavi legst. - Vit hava nógv at vera takksom fyri og eg veit, at tað er bert einum fyri at takka, at
Kristinu, og eg fekk bara eina enn betri mynd av henni. Eg minnist, at eg hugsaði, at hasa gentuna hevði eg verið stoltur av at havt við mína lið. - Føðingardagurin var eitt sunnukvøld, og eg skuldi til arbeiðis [...] heim. Eg segði, at eg skuldi hava grindabúff. Tá eg so kom inn til okkara í Kaldbak, fekk eg eitt sms. Tá var tað Leivur, sum segði seg vóna, at grindabúffurin smakkaði væl, og at hann vónaði, at eg skjótt [...] brúkt. 16. juni 2012 kom til at vera ein heilt serligur dagur fyri Kristinu og Leiv. - Urið hjá mær skuldi skifta battarí, og meðan eg eri har, keypi eg ein ring. Síðani ringdi eg til Kristinu og spurdi, um
at fara til Havnar saman við vinfólkum. - Nógvu seinastu árini hava vit eisini so gott sum altíð verið ein túr í Havn, og tvey tey seinastu árini hevur tað ligið heilt fast, at eg skal luttaka til gudstænastu [...] Doktaragrund. - Spyrt tú konuna, so hevði hon nokk sagt, at eg helt næstan alt vera vert at fara til, men tað eru sjálvandi alt ov nógv tiltøk til, at tað kann hanga saman, sigur hann brosandi. Er okkurt [...] minnist væl, var, tá eg fekk høvi at halda røðu til fólkafundin á Doktaragrund. Ein onnur er fyri tveimum árum síðan, tá eg fyrstu ferð skuldi vera har, tá tingið varð sett. Eirikur í Jákupsstovu hugsar eisini
ólavsøku? - Ja, eg fari heilt sikkurt á ólavsøku. Maður mín og eg eru á hvørjum ári á ólavsøku, og tá børnini vóru smá, vóru tey altíð við. Í mínum borgarliga starvi sum politistur plagdi eg ofta at taka [...] býráðslimum ganga oman á Vaglið. Eg fari eisini til listaframýning og helst eisini til aðrar framsýningar. Onkrar hugnaligar útikonsertir, sum plaga at verða, fara vit eisini til. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur [...] eisini eru. Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? - Tað dugi eg ikki at siga. Nógvar ymiskar meiningar eru helst um tað. Vanliga eri eg væl nøgd við skránna sum heild og takksom fyri at kunna halda ólavsøku
børnunum ikki sleppa við. - Stuðlarnir hava jú børnini teir fimm gerandisdegarnir í vikuni, men tá teir ikki sleppa við at læra, hvussu teir kunnu venja børnini til gerandis, ber so illa til kontinuerliga [...] Stuðlarnir eru til arbeiðis kortini og fáa sína løn, men teir sleppa ikki til Klaksvíkar at gera sítt arbeiði, tí tað er ov dýrt. Tað hongur ikki saman. Og tað ber ikki til, at venjingin skal vera treytað [...] skeið. - Hvussu eg afturvísti teimum frágreiðingum, sum Stuðulsfólkaskipanin kom við, so var einki at gera. Um mamma mín ikki traðkaði til og kom við til venjingarnar, so fekk Benjamin ikki sína venjing.
ár fyri ár at børnini, tey eldru og veiku skulu fjálgast um so trygt sum gjørligt at samfelagið skal hava sama nýmótans kervi, sum londini uttan um okkum at tað almenna umsitingarliga ikki skal standa aftanfyri [...] trupulleikum, klárar ikki at endurnýggja seg og føða samfelagsins almennu útreiðslur, síðani verða kommunurnar tyngdar fyri aðrar útreiðslur umframt privatar avgjaldshækkingar. – Hetta er ikki bara óskikkur, [...] eftir: “Tað almenna klárar alt fyri okkum”, hvør enn tann almenni so er, og hvør ið fíggjar? Til seinast fari eg tó at ynskja Fólkaflokkinum eina hepna hond við byrjanini av niðurlaging av almmenna geiranum
tá ið tey eru ávirkaði av rúsdrekka, men so er ikki. Ein góðkendur tattovørur hevur ikki loyvi til at tatovera fólk, sum eru ávirkaði. Tað slepst tó ikki undan, at summir ikki yvirhalda hesar reglur. Tá [...] men munnu tey ikki eisini hava gjørt okkurt, tá ið tey vóru ung, sum táverandi eldra ættarliðið helt verða ørt? Tað vildi eg mett. Tað er greitt, at slík piercing setur strong krøv til útgerð, reinføri [...] er íslendski tattovørurin aftur á vitjan í Føroyum, og verður hann verandi til fríggjadagin. Piercing er eisini "in" Tað eru ikki bert tatoveringar, sum eru "in" millum ungar føroyingar nú á døgum. Eisini
teimum, sum koma til Terja, at fáa sær tatovering finna íblástur til tatoveringina á netinum. Terji tekur altíð ynskini til eftirtektar, men plagar eisini at geva sítt egna íkast og mæla til broytingar, um [...] heldur tað er neyðugt. - Eg viðmæli ofta ymiskar broytingar, so tatoveringin ikki verður eitt kopi av tí, sum kundin hevur funnið á netinum. Tað er eisini umráðandi fyri meg, at eg ikki einans kopieri tað, [...] tatoveringini. Eisini mælir hann ofta til, at fólk ikki velja motiv, sum onki hava við samleika teirra at gera, sum til dømis tribal tatoveringar - Tað er aloftast ikki relevant fyri ein føroying við eini