Tað blívur betri fyri hvønn dag

Í september mánaða 2000 fingu húsini hjá Victor og Gunnleyg Dánjalsson úr Klaksvík stóran skaða av skriðulopi. Nú hálvt annað ár seinni stúra tey framvegis, tá tað regnar illa

Skriðulop
Solby A. Eliasen

Klaksvík:
- Vit eru framvegis bangin, men tað batnar hvønn dag,sigur Victor.
- Vit vóru úti úr húsinum í umleið ein mánaða, og vit søgdu, tá vit fluttu inn aftur, at um angist kenslan ikki var batnað aftan á tað fyrsta árið, so fluttu vit. Men tað bleiv betur og tað blívur eisini betri enn.
Victor greiðir frá, at tey hildu, at tað var best at fara inn aftur í húsini sum skjótast.
Men húsini vóru so langt í frá liðugt í standgjørd, tá tey fóru inn aftur. Tey svóvu ta fyrstu tíðina í stovuni, meðan kømurni, sum fóru illa, vórðu gjørd í stand. Tann eini skilaveggurin í einum kamari flutti seg einar fimm sentimetrar, og Victor sigur, at rúturin í tí kamarinum fór í knús.
- Vit kunnu bara vera takksom fyri at dóttirin, sum eigur tað kamarið ikki sat inni har tá. Tað er púra vist, at hon hevði ikki yvirlivað trýstið, sum var inn gjøgnum rútin og móti skilavegginum.
Victor sigur, at tað var best fyri Gunnleyg og seks ára gamla Páll,sum vóru inni, tá tað leyp, at tey fóru innaftur sum skjótast.
Drongurin var sum vera man púra frá sær sjálvum teir fyrstu dagarnar aftaná.Hann sat í bilinum saman við einum vinmanni og bíðaði eftir mammuni, tá tað leyp. Teir sóu alla evjuna renna út av takinum á húsinum og niður á bilin.
? Hann var sera bangin dagarnar aftaná, sigur Victor.
- Bara tað minsta ljóðið, so kom hann rennandi inn til okkum.
Páll er í dag átta ára gamal og so við og við komin yvir ræðuliga hendingina. Men Victor sigur, at tað sást enn á honum við hvørt, at hann er fjálturstungin.

300 tons av móru uttanfyri
Victor sigur, at teir fyrstu dagarnar aftaná fóru við at lempa inni í húsinum og vaska.
- Tað var heilt ótrúliga torført at vaska, tað var sum tað bara vaks. Tað bleiv við at vera skitið inni.
Hann sigur eisini, at tey fingu sera nógva hjálp alla staðni frá.
- Tað var stórarbeiði at rudda upp aftur bæði inni og úti, sigur Victor.
- Teir koyrdu eini trý hundrað tons av móru út úr túninum hjá okkum, greiðir hann frá.
Kommunan gróv eina veit umleið 30 til 50 metrar omanfyri húsinum til at beina vatn burtur. Tað bleiv við at regna illa dagarnar aftan á skriðulopið og alt vatnið savnaðist uttanfyri hjá Victor og Gunnleyg. Veitin er nóg stór til at kunna steðga einum steini.

Íbúðin í kjallaranum fór ringast
Í kjallaranum hjá Victor og Gunnleyg var ein íbúð, áðrenn skriðulopið, men hon fór so illa, at alt mátti gerast av nýggjum.
- So vit tóku avgerð um, at gera kømur og eina stovu í staðin, so um tað regnar illa onkran dagin, og vit eru ørkymlað av tí, so húsast vit bara í kjallaranum. Tað er ein trygg kensla, sigur Victor.

Nógv at takka fyri
Hann sigur, at tey ofta hava hugsað um skalvalop tíðina áðrenn skriðulopið.
- Vit høvdu aldrin ímynda okkum at hatta fór at henda. Vit hava ofta tosað um skalvalop, og eg vil ikki leggja skjól á, at vit verða ørkymlað, tá nógvur kavi legst.
- Vit hava nógv at vera takksom fyri og eg veit, at tað er bert einum fyri at takka, at alt spældi so væl av. Tí, hví skuldi eg ringt heim og biðið Gunnleyg farið út úr húsinum tíggju minuttir, áðrenn tað leyp? Tað havi eg ongantíð gjørt áður.
- Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, má eg nevna Hans Jacob, grannan hjá okkum. Í tí ringastu løtuni, sum var meðan eg enn ikki visti hvar Gunnleyg og børnini vóru, var hann hjá mær alla tíðina. Og tað haldi eg vera alla æru vert. Hann hevði jú eisini sítt at hugsa um, sigur Victor Dánjalsson.
Victor sigur, at fólk hava verið heilt einastandandi hjálpsom. Onkur fór enntá so langt sum at vilja býta um hús við tey. Men Victor og familja hansara vilja fegin vera búgvandi í húsinum.