Hvør er meiningin hjá tí almenna við aðrari hondini at bjóða fram framúrskarandi tilboð, samstundis sum tað við hinari hondini verður forðað fólki í at luttaka?
Tað spyrja foreldur at fjølbrekaðum børnum seg sjálvi og Stuðulsfólkaskipanina fyri børn.
Í farnu viku byrjaði eitt tríggjar vikur sonevnt Petø-skeið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri børn við serligum tørvi. Foreldur ov avvarandi eru øll samd um, at hetta skeið hevur ómetaliga stóran týdning fyri børnini, men tey siga eisini, at í stóra samanhanginum er skeiðið ikki meiri enn hálvt, tá stuðlarnir hjá børnunum ikki sleppa við á skeiðini.
Sosialurin hevu tosað við trý av foreldrunum at hesum børnunum, og tey eru øll ómetaliga hørm um, at stuðlarnir hjá børnunum ikki sleppa við.
- Stuðlarnir hava jú børnini teir fimm gerandisdegarnir í vikuni, men tá teir ikki sleppa við at læra, hvussu teir kunnu venja børnini til gerandis, ber so illa til kontinuerliga at stimbra og menna børnini. Tá verður tað bert til tað, ið foreldrini kunnu gera um vikuskiftini, eru tær tríggjar, Alis Joensen, Sólvá Johannesen og Eydna Skaale, samdar um. Harumframt krevja fleiri av børnunum fleiri enn tvær hendur at hjálpa sær, og tí er neyðugt at hava stuðul við.
Seinastu tvey árini hava hesar Petø-venjingar verið í Føroyum sum ein royndarverkætlan.
Framman undan fingu foreldur at fjølbrekaðum børnum tilboð um at sleppa til hesar venjingar við stuðli, og tá fóru venjingarnar fram uttanlands. Hesar vóru bæði í Skotlandi og í Svøríki, og tá var einki óført hvat tí fíggjarliga viðvíkti.
- Men nú ein skipan er komin í lag, har ein persónur kemur til Føroya at skipa fyri Petø-venjingunum, er alt hopleyst á fíggjarliga økinum, sigur Eydna Skaale.
Tvørligt
Tað sigur seg sjálvt, at tað gerast tungir og strævnir dagar hjá foreldrum at ferðast langan veg við børnunum og síðani at gjøgnumganga eitt tíggjar tímar skeið.
- Hvussu eg afturvísti teimum frágreiðingum, sum Stuðulsfólkaskipanin kom við, so var einki at gera. Um mamma mín ikki traðkaði til og kom við til venjingarnar, so fekk Benjamin ikki sína venjing. Stuðlarnir eru til arbeiðis kortini og fáa sína løn, men teir sleppa ikki til Klaksvíkar at gera sítt arbeiði, tí tað er ov dýrt. Tað hongur ikki saman. Og tað ber ikki til, at venjingin skal vera treytað av goodwill frá ommum og øðrum góðum fólki, sigur Eydna Skaale.
Hon heldur tað vera púra burturvið, at Stuðulsfólkaskipanin ikki er ekstatisk yvir møguleikan at útbúgva og førleikamenna sínar stuðlar so at siga fyri einki.
- Venjingin er so sera góð fyri sonin, og hann ger sera stór menningarlop, hvørjaferð hann hevur verið til petøvenjing, sigur Eydna Skaale.
Trupulleikin er tó eisini tann, at so nógvir ymiskir instansir eru vavdir inn í málið. Har er Stuðulsfólkaskipanin, Almannastovan, kommunurnar... You name it. Og hetta er eisini nakað, ið fysioterapeutarnir, ið eru knýttir at skipanini, kenna til. Tí tað er nevniliga ikki líkamikið, hvørjari kommunu tú býr í.
Einki er tó at taka seg aftur í, at tað er tvørligt hjá nógvum at koma til Klaksvíkar til hesar alneyðugu venjingarnar. Og onkur kemur allan tann langa veg úr Sandoynni og Suðuroynni við børnum, so tey skulu kunna fáa eitt so frægt lív, sum til ber.
Bara tilboðið er útlendskt
Sólvá Johannesen eigur Ronnie, sum er knýttur at koyristóli. Heldur ikki hon skilir, at tað nú skal vera ógjørligt at fáa stuðul við til Petø-venjingarnar.
- Fyrr, tá veningarnar vóru uttanlands, sluppu foreldur og stuðlar við, og ofta var tað so, at ein stuðul var við í 14 dagar, so fór hann heim, meðan ein nýggjur tók yvir. Tí er tað óskiljandi, at einki ber til nú, tá bert ein persónur skal koma til Føroya, sigur Sólvá Johannesen.
Hon fegnaðist stórliga at fáa venjingina til Føroya, eisini tí tað er leingi at vera burtur frá familju í ein mánað, tá venjingin fór fram uttanlands.
- Tað var jú eisini nakað, sum var dýrt fyri landið, so at fáa venjingina hendan vegin var eitt stórt framstig, ikki minst fyri okkum foreldur, sigur Sólvá Johannesen.
Skeiðið kostar í dag ein brotpart av tí, tað kostaði, tá familjurnar vórðu sendar av landinum, men kortini hevur landið minni ráð í dag at rinda tær fáu túsund krónurnar, tað kostar í bensini, sum teir gleðiliga rindaðu milliónir fyri, tá skeiðini vóru uttanlands.
- At spara nú, kann koma at kosta dýrt í seinna enda, sigur Sólvá Johannesen.
Hon dugir eisini væl at síggja á soninum, at hann gleðir seg at sleppa til Petø-venjingarnar.
- Hann strálar, tá hann fær at vita, at vit skulu vit Petø-venjing. Og tær geva eisini veruliga nógv, og tí hevði tað verið sera gott, um ein stuðul kom við, sum eisini kundi gjør hesar venjingarnar við Ronnie gjøgnum vikuna, so tað ikki bara var um vikuskiftið, at tær verða hildnar viðlíka, sigur Sólvá Johannesen.








