fóru hon, og fleiri við henni, til hús. Soleiðis er G! Leygarkvøld. Tað er gott og væl ein hálvur tími síðan, at Nephew fór av pallinum á spæliplássinum í Syðrugøtu. Fýra vinmenn standa framvegis og syngja [...] sum rastleys tuska runt millum tjaldingarøkið og festivaløkið. So kemur fløskan. Ein heit og føroysk Eldvatn kemur væl við. Teir seta munnklovan á fløskuna og stoyta niður í nevið. Hin fyrsti ristir við [...] fantastisk. Og tað var ársins G!-festivalur heldur ikki. Men endaspurturin var framúr. Tað var fyrst og fremst veðrið, sum legði bein fyri festivalinum. Tungar aldur skolaðu seg undir pallin á sandinum, og tí var
einmansleiki, varð farið undir at spæla tvímansleik og blandaðan tvímansleik. Hallur Thorsteinsson og Fróði F. Jensen spældu saman í tvímansleiki, og er hetta eitt av sterkastu kortunum hjá landsliðnum [...] Zokhid Kenjaev og Timur Shiriev úr Uzbekistan, og hóast teir báðir føroyingarnir vóru væl við í øllum settunum, so máttu teir lúta 3-0 eftir settúrslitini 11-9, 11-9, 11-7. Pætur Albinus og Henrietta Nielsen [...] mótstøðupar teirra úr Madagaskar møtti ov seint til dystin og tískil varð dømt at tapa. Í øðrum umfari møttu tey Marco Navas og Gremlis Arvelo úr Vensuela, og her taptu tey dystin 3-0 eftir settúrslitini 11-7
alfaravegi til brævkassa vera ruddilig, sløtt og føst og ikki vera hál. Portur skulu vera løtt at fáa upp og somikið breið, at høgligt er at koma fram. Og so mugu húsdjór á ongan hátt vera til ampa fyri [...] adressur - gøtunøvn og -nummur. Bøttar arbeiðsumstøður Roymer Lamhauge, deildarleiðari hjá Postverkinum sigur, at endamálið við átakinum fyrst og fremst er at bøta um arbeiðsumstøðurnar og umhvørvið hjá p [...] aftanfyri, sigur Roymer. Og hann vísir á, at tað nærum er ógjørligt at avloysa postboðini, tí vitanin um útberingina, adressur og fólkini í húskinum ofta eru avtalur millum postboðið og íbúgvarnar. Framyvir
meginøkið. Og tí má tað vera eitt krav, at bygdarfólkið - bæði ung og gomul kunnu sleppa trygt til og frá oynni, verður sagt. Landsstýrismaðurin segði við handanina, at hann skilti væl hetta skrivið. Og hann [...] Sjúk og barnavognar Skrivið frá nólsoyingum er væl formulerað og vísir greitt tey ynskini, sum fólkið hevur. Víst verður m.a. á, at fullfør ferðafólk, hava ongar trupulleikar at koma umborð og niðurundir [...] fólk, ið ferðast til og frá arbeiði. Umstøðurnar hjá hesum fólkum eru vánlig, við atliti at útlufting og larmi. Er sjaskut veður, er ikki pláss at leggja seg. Allur farmur til og úr Nólsoy skal lossast/lastast
blaðnum, fyri tveimum døgum síðan. "Maður koyrdi fullur, og rendi á ein bil, har ein ung kvinna og ein lítil genta vóru í. Lítla gentan doyði á staðnum, og mamma hennara endaði í koma." Familjan mátti velja [...] hvítari rósu í hondini, og myndina av lítla dreinginum, og dukkuni á bringuni. Eg fór grátandi avstað, og føldi at lív mítt var broytt. Kærleikin sum hesin lítli drongur hevði til mammu og systir sína, er enn [...] um. Lítli drongurin helt enn í dukkuni. Eg fór yvir til hann, og spurdi hvør skuldi hava dukkuna. "Hetta er dukkan, sum systir mín elskaði og ynskti sær áðrenn jól. Hon var sikkur í, at jólamaðurin fór at
fáa á tal børn og ung úr útnyrðings Russlandi og teim sonevndu nærumráðunum?, sigur norski barna- og familjuráðharrin, sum eisini nevnir ítøkiligar ætlanir at berja niður fremmandahaturin og spírandi nasismuna [...] Filmsstevnan í Göteborg, har sýndir verða ikki færri enn 510 stutt- og spælifilmar, heldur áfram til og við mánadagin 4. februar. Norðurlond og tey fremmandu - Hvussu fáa vit minka um ræðsluna fyri teim fremmandu [...] Bollywood. Men millum heimsins stóru filmslond, telist eisini Iran. Og nú verður høvi at síggja nakað so rárt, sum ein av nýggjastu, og hartil virðisløntu, iransku filmunum. Mánadagin sýnir filmsfelag N
Fyrst og fremst tykjast nervarnir tyngja liðini sera nógv, og tí er einki hugflog í álopsspælinum. Munurin er fyrst og fremst, at Kyndil eisini hevur spælarar, ið kunnu skora av veinginum, og tað hevur [...] breidd á liðnum, og tí kundu tær skifta meira út enn VÍF, ið mest sum spældi við óbroyttum liði í samfullar 60 minuttir. --- Kyndil-VÍF 10-11 (57 min) Tað er púrt eingin munur ímillum Kyndil og VÍF, sum stríðast [...] hevði vunnið seg tvey mál framum, men Kyndil hevur svarað aftir, og spenningurin er øgiligur nú. Liðini bæði berjast av øllum alvi, og hjá VÍF hevur Durita Christophersen fingið tveir minuttir fyri aðru
fjør, tá ein ung genta varð myrd. Sjeikurin hjá henni var nýligani leyslatin úr fongsli, og tí helt politiið, at talan var um eina hevndaratsókn ímóti honum. Men skotini hildu á fram, og tilsamans hevur [...] okkum, men hetta ávirkar meg og ger, at eg eri meira varin nú, enn eg havi verið, sigur Elsa. Ein persónur varð skotin, meðan hann stóð og bíðaði eftir bussinum. Elsa hevur bil, og tað er hon glað fyri, tí [...] byrsu við lasara, og beint áðrenn hann loysti av, var ein reyður prikkur at síggja á teimum, hann skeyt eftir. John Ausonius varð fangaður og situr enn fongslaður. Hann drap eitt fólk, og tíggju vóru sær
útfordrandi enn fótbóltur. Her skal man venja nógv meiri og nógv harðari, og so skal man eisini vera sera væl fyri. - Nú havi eg so roynt tað, og mær dámar tað sera væl, slær hann fast. Bragdið Góðu úrslitini [...] við innandura venjingum. Og í mars mánaði fóru teir á fyrsta sinni í bátin. - Skal man hanga í og røkka góðum úrslitum, er neyðugt at venjingin byrjar tíðliga, slær Ingi fast. - Og tað hevur eisini sín týdning [...] eftir gjørdu vágbingarnir bart og vunnu róðurin við sløkum tveimum sekundum á muni til henda sama Blik. Á eystanstevnuni leygardagin gekk teimum eisini væl, umenn ikki nóg væl. Og nú leygardagin skal so rógvast
stødd við Havnina. So hava vit fiskivinnubýin, Hanstholm, og eg haldi, at hann kann samanberast við Klaksvík. Og so hava vit nógvar smærri býir og bygdir, eisini Mors, har eg vaks upp. Mors minnir nógv um [...] Føroyar og føroyskan hondbólt, greiðir Jan soleiðis frá. - Tað er ein rættiliga stuttlig søga. Eg kenni væl René, sum var hondbóltsvenjari í Føroyum um aldarskiftið. Vit vóru so nakrir, sum sótu og prátaðu [...] hetta var eitt ár áðrenn eg kom í starv, sum venjari hjá KÍF . Eg fór so til Føroya, og tá sá eg ein dyst millum KÍF og VÍF, sum KÍF vann. Vit tingaðust so um eg skuldi byrja hetta kappingarárið, men tað