Fyrstu skotini vóru latin av 20 oktober í fjør, tá ein ung genta varð myrd. Sjeikurin hjá henni var nýligani leyslatin úr fongsli, og tí helt politiið, at talan var um eina hevndaratsókn ímóti honum. Men skotini hildu á fram, og tilsamans hevur sami maður skotið eftir fólki heilar 15 ferðir seinasta árið.
Fleiri fólk hava fingið lívshættisligar skaðar, men unga gentan er einasta deyðsoffrið higartil.
Elsa Bech hevur búð í Malmø í fýra ár. Hon býr í friðarliga býarpartinum Oxie, 10 minuttir uttanfyri sentrum.
– Vit hava ikki haft nakra slíka hending her nærhendis hjá okkum, men hetta ávirkar meg og ger, at eg eri meira varin nú, enn eg havi verið, sigur Elsa.
Ein persónur varð skotin, meðan hann stóð og bíðaði eftir bussinum. Elsa hevur bil, og tað er hon glað fyri, tí hon nokk ikki hevði torað at staðið í einum bussskýli, nú hesin maðurin ger um seg.
Útlendingar
Øll tey, ið skotið er eftir, eru av útlendskum uppruna. Tað hevur gjørt, at nógv tosa um, at maðurin er rasistur og er eftir útlendingunum í Malmø. Umleið 30.000 innflytarar búgva í Malmø og Rosengård økinum, ein tann kendasti úr hesu møki er fótbóltspælarin Zlatan Ibrahimovich.
Nógv minnast aftur á sokallaða »Lasermannin« John Ausonius, ið skeyt innflytarar í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, í 1990-unum. Hann nýtti eina byrsu við lasara, og beint áðrenn hann loysti av, var ein reyður prikkur at síggja á teimum, hann skeyt eftir. John Ausonius varð fangaður og situr enn fongslaður. Hann drap eitt fólk, og tíggju vóru sær ta ferðina.
Tí kalla nógv mannin í Malmø fyri »nýggja lasermannin«. Hann hevur ongan lasara, men hann skýtur innflytarar og bara tey.
– Av tí at flestu hendingarnir eru, tá tað er myrkt, royni eg ikki at fara út tá, sigur Elsa. Hon vil heldur ikki, at dótturin skal verða einsamøll úti.
Rasistiskt land
Eftir valið í september, tá ein rasistiskur flokkur, Svøríkis Demokratarnir, kom í Ríkisdagin, tosa nógv um, at Svøríki er vorið eitt meira rasistiskt land enn áður. Í Suðursvøríki, har størsti býurin er Malmø, fingu SvøríkisDemokratarnir flest atkvøður, og nógv av teimum sita nú og stýra í kommunum í sunnara parti av Svøríki.
Alt hetta ger, at innflytarar í Svøríki kenna seg forfylgd. Í Malmø tora fólk ikki út og nú »nýggi lasermaðurin« eisini skýtur inn í húsini, hava fleiri keypt sær myrkar persiennir.
– Hesin maðurin forpestar okkara bý, segði ein journalistur á blaðnum Sydsvenskan.
Ein tann seinasta hendingin var fyri nøkrum vikum síðani, tá ein eldri maður var skallaður av hesum sama manni. Eftir ta hendingina vónaðu politistarnir, at tað bar til at finna DNA frá honum, men enn er tann kanningin ikki liðug.
Nógv sjálvboðin eru eisini úti og royna at gera Malmø til ein eins tryggan bý, sum hann hevur verið, men politiið mælir frá, at fólk taka sakina í egnar hendur.
Elsa Bech hevur bara rósandi orð at geva politinum í Malmø.
– Eg haldi at politistarnir eru óvanliga sjónligir og vælmannaðir í Malmø. Er nakað, so eru teir á staðnum beinavegin, sigur hon.
Politistar úr øllum Svøríki leita nú eftir manninum og vónandi verður veiðieydnan betri, enn hon hevur verið seinasta árið.
Hetta er hent seinasta mánaðin:
10. oktober, Lønngatan
47-ára gamli Basi Hassan úr Somalia stendur í bussskylinum og bíðar eftir bussinum. Verður skotin niður aftanífrá. Hann yvirlivir, men er illa særdur.
19. oktober, Eriksfæltsgatan
28-ára gamal myrkur maður bíðar eftir bussinum og verður skotin niður aftanifrá. Verður illa særdur.
21. oktober, Hermodalstorget
16-ára gamal drongur meldar, at onkur hevur skotið eftir honum, men ikki rakt.
21. oktober, Kroksbæck
Tvær kvinnur melda, at onkur hevur skotið inn gjøgnum vindeygað í teirra íbúð. Tær fáa minni snuddir.
22. oktober, Cronquists gata
30-ára gamal meldar, at onkur hevur skotið eftir honum, og at ein maður rann av staðnum.
2. november, Rosengård
Fleiri persónar boða politinum frá, at skotið verdur í býarpartinum Rosengård í Malmö
FAKTA:
Soleiðis sær maðurin út:
Umleið 30 ára gamal
Ljósa húð
Vaggandi gongulag
Einsamallur
Væl kendur í umráðnum
Planleggur alt væl
Skýtur móti yvirkroppinum
Skýtur bara í myrkri