HM ein ov stórur biti

Farnu vikuna hevur føroyska borðtennislandsliðið luttikið í HM, sum fór fram í franska høvuðsstaðnum, París. Mótstøðan var ov stinn hjá føroysku leikarunum, sum tó fingu góða dystarvenjing undan stórari kapping í Reykjavík um ein góðan mánaða

Tey, sum umboðaðu Føroyar í hesi HM-kappingini, vóru Hallur Thorsteinsson, Fróði F. Jensen, Pætur Albinus og Henrietta Nielsen. HM er greitt størsta kappingin innan borðtennis, og hesa­ferð setti luttakaratalið met við ikki færri enn 823 leik­arum. Kappingin gekk soleiðis fyri seg, at teir lægst styrkis­mettu – har av teir før­oysku leikararnir – at byrja við skuldu í eina undan­kapp­ing fyri at koma við í høvuðs­kappingina. Tríggir leikarar vóru í hvørjum bólki og bara hin fremsti slapp víðari til høvuðskappingina.

Fróði fekk sett
Av tí at teir føroysku leikar­arnir allir vóru styrkismettir aftastir í sínum bólki, skuldu teir spæla ímóti væl sterkari mótstøðuleikarum. Tað hepn­aðist heldur ongum leikara at spæla seg víðari í ein­mansleiki. Tó so vóru nøk­ur góð úrslit. Henrietta Nielen vann 4-0 ímóti Hissa Al-Hamad úr Qatar, meðan Fróði F. Jensen gav Eskil Lindholm, sum er at metast sum størsta talentið í Noregi, skarpan gang. Fróði javnaði óvæntað til 1-1 í settum, var um reppið at leggja seg á odda 2-1, men tapti hetta týdn­ingarmikla triðja settið og síð­ani eisini dystin 4-1.
Tað hepnaðist Pæturi Albinus at vinna ein dyst í sín­um bólki, men var hetta orsaka av at mótstøðuleikarin úr Kongo, Saheed Idowu – sum annars er millum teir bestu í Afrika – ikki møtti til dystin. Burturúr hesum fekk hann skavað sær nøkur stig til heimsstyrkislistan.
Hallur Thorsteinsson, sum var í FM-finaluni í síðsta mánaða, var óheppin og kom í ein sera sterkan bólk, har hann at kalla ongan møgu­leika hevði.

Tvímansleikurin miseydnaðist
Eftir at allir teir føroysku leik­ararnir vóru útslignir úr kappingini í einmansleiki, varð farið undir at spæla tví­mans­leik og blandaðan tví­mans­leik. Hallur Thorsteinsson og Fróði F. Jensen spældu saman í tví­mansleiki, og er hetta eitt av sterkastu kortunum hjá lands­liðnum yvirhøvur. Teir báðir møttu Zokhid Kenjaev og Timur Shiriev úr Uzbekistan, og hóast teir báðir føroy­ing­arnir vóru væl við í øllum settunum, so máttu teir lúta 3-0 eftir sett­úrs­litini 11-9, 11-9, 11-7.
Pætur Albinus og Henrietta Nielsen komu víðari í blandaðum tvímansleiki eftir at mótstøðupar teirra úr Madagaskar møtti ov seint til dystin og tískil varð dømt at tapa. Í øðrum umfari møttu tey Marco Navas og Gremlis Arvelo úr Vensuela, og her taptu tey dystin 3-0 eftir sett­úrslitini 11-7, 11-9, 11-6.

Vera við aftur
Meðan HM-kappingin var í fullum snúningum, var somu­leiðis forseta væl til altjóða borð­tennis­sam­bandið, ITTF. Hetta valið skuldi vísa seg at fáa stóran týdning fyri eina tjóð sum Føroyar, tí teir báðir, sum dystaðust um for­seta­sessin, vóru nevniliga fullkomiliga ósamdir um hvørs lítlar tjóðir sum Føroyar fram­hald­andi skuldu vera við í HM ella ikki. Forsetin sein­asti 14 árini, Adham Sharara úr Egyptalandi, er fyri at hava allar heims­ins borðtennistjóðir við í kapp­ingini, meðan avbjóð­arin úr Italia, Stefano Bosi, er ímóti hesum og vil útihýsa smærri tjóðum.
Borð­tennissamband Før­oya atkvøddi sum vera man fyri Adham Sharara, og tí­betur fyri borðtennis í Føroy­um varð hann greidliga endur­valdur sum forseti við 149 atkvøðu ímóti 53.
Føroyar verða tískil sann­líkt framhaldandi við í HM í framtíðini. Næsta ár verður lið-HM í Tokyo, Japan. Nevn­ast skal, at í lið-HM verða lands­liðini bólkað í fimm bólkar eftir styrki, og á tann hátt hevur Føroyar ein betri møguleika enn í HM í ein- og tvímansleiki, har mótstøðan næstan er órímiliga stinn.

Kappast í Reykjavík
Um ein góðan mánaða skulu føroyska landsliðið og ung­dóms­landsliðið dyst­ast í kapping í Reykja­vík, har landslið úr Grøn­landi, Hetlandi, eitt saman­sett lið úr Danmark og verts­tjóð­in Ísland eisini vera við. Hetta er ein nýliga íkomin avtala ímillum borð­tennis­sam­bond­ini í avvarandi londum, og er ætlanin at londini skiftast um at vera vertur fyri kapp­ingini.
Kappingin kemur væl við hjá leikarunum havt í huga, at borðtennis ikki verður ein av ítróttargreinunum á oyggja­leikunum á Bermuda í summar.